Fólkatalið í Klaksvík verður tvífaldað

7.000 fólk hava longu tryggjað sær atgongumerki til Summar Festivalin, og ongantíð áður hevur áhugin fyri festivalinum verið so stórur. Fyrireikaranir rokna tí við nýggjum meti, men siga samstundis í mesta lagi 9.000 atgongumerki verða seld


Summarfestivalurin byrjar í kvøld við smærri konsertum í Virkishúsinum, og hóast stóri pallurin á Vágsbø ikki verður tikin í nýtslu fyrr enn í morgin kl. 19, tá týska songkvinnan Sarah Brendel fer á pallin, so eru nú greiðar ábendingar um, at Summarfestivalurin 2006 verður størsta tónleikahending í Føroyum, í øllum førum um vit tosa um áskoðaratal.
Fyrireikararnir høvdu í gjárkvøldið selt fleiri enn 7000 atgongumerkið, og hini árini eru sera nógv seld seinastu dagarnar og við portrini.,
- Áhugin fyri at keypa atgongumerki er framvegis sera stórur, og vanliga verða nógv atgongumerki seld seinastu dagarnar, so vit kunnu vænta, at tað verða fleiri fólk á festivalinum í ár, enn tað vóru í fjør, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparanum.
- Tað hevur gingið framúr væl við forsøluni, og atgongumerkini ganga framvegis sum heitt breyð. Vit hava tó sett eitt mark við 9.000 atgongumerki, so at vit kunnu geva øllum okkara festivalgestum eitt gott og trygt upplivilsi, sigur Steintór Rasmussen.
Á G!Festivalinum í ár vóru útvið 8.000 atgongumerki seld, tó vóru nøkur av hesum ein dags atgongumerki, ið festivalurin gjørdi av at selja, tá ikki øll 6.000 vikuskiftispassini vóru útseld. Hetta skapti eitt sindur av ónøgd, tí fólk ikki metti, at ikki var nóg væl upplýst um, at ein dags atgongumerki fóru at vera at fáa. Frá Summarfestivalinum verður sagt, at um atgongumerki verða eftir, tá festivalurin byrjar fríggjadagin, verða einans dagsatgongumerkið seld, tvs. til ber ikki at keypa vikuskiftispass. Atgongumerkni verða seld við dyrnar. Prísurin verður 450 fyri fríggjadagin og 550 krónur fyri leygardagin.