Hin 01.11.11 skal hvør einasti okkara svara eina øgiliga rúgvu av spurningum um okkum sjálvi og lívið sum føroyingar í Føroyum. Bæði persónligar og minni persónligar spurningar.
Júst hendan dagin um meiri enn tvey ár verður fyrsta fólkateljingin í 30 ár í Føroyum. Landsstýrið hevur sett eina deild undir Hagstovuni at skipa fólkateljingina í 2011.
- Tað verður sagt, at tann størsta logistiska avbjóðingin í einum landi er eitt kríggj. Á øðrumplássi hava vit eina fólkateljing, sigur Heini Hátún, sum varð settur í starvið sum ”Føroya besti samskipari” fyri meiri enn einum ári síðani.
Enn hevur fólkateljingin ikki fingið nakran almennan samleika sum so. Men teir fýra menninir, sum fyrireika hana higartil, húsast á gamla posthúsinum á Argjum.
Mytur ella vitan
Endamálið við einari fólkateljing er ikki at telja fólk, sum navnið annars kundi bent á.
Hinvegin er endamálið at spyrja og savna eina rúgvu av upplýsingum um íbúgvarnar í einum landi saman í eina dátugrunn, so vit í framtíðini kunnu byggja politiskar og aðrar avgerðir upp á tað, sum vit vita, og ikki sum nú, upp á tað, sum vit gita.
Hetta hevur annars verið ein stórur trupulleiki í Føroyum, har tilvild ella mytur ofta ráða, tá avgerðir skulu takast. Eitt nú á arbeiðsmarknaðinum og innan almanna- og sosialøkið.
Spam er vælkomið
Heini Hátún fortelur, at tey beint nú eru í einari tilgongd, har tey finna útav, hvat spyrjast skal um ítøkiliga. Tí hava tey bjóðað ymsum bólkum, feløgum og myndugleikum til fundar at tosa um, hvat tørvur er á at kanna. - Tað er alneyðugt, at vit fáa eina mynd av, hvørji tøl vit mangla í Føroyum. Bara við at samstarva við so nógv sum til ber, kunnu vit fáa røttu spurningarnar við, sigur Heini Hátún, sum í hesum sambandi heitir á fólk um at koma við hugskotum.
- Fyri fyrstu ferð í lívinum eri eg fullkomiliga opin fyri spammi, sigur hann skemtandi.
Heim til fólk
Ítøkiliga verður fólkateljingin skipað soleiðis, at øll húski fáa eitt spurnarblað sendandi við postinum upp til stóra dagin hin 1. november 2011.
Sama dag fer eitt risastórt lið av hjálparfólki út um alt landið, har tey fara á gátt hjá øllum húskjum. Longu heima í stovuni hjá fólki kanna hjálparfólkini um allir teigar eru rætt útfyltir. Eisini hjálpa tey teimum, sum ivast í onkrum.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit fáa eina mynd, ella tvørskurð, av Føroyum ein ávísan dato. Tí gera vit alt vit eru ment at fáa øll spurngarbløðini svarað sama dag, sigur Heini Hátún.
Tí verður ein partur av uppgávuni hjá fólkateljingini eisini at finna fólk, sum eru burturstødd júst hendan dagin. Til dømis til skips ella uttanlands.
- So mugu vit spyrja tey, tá tey koma aftur. Til dømis, hvar tey vóru búsett hin 01.11.11, sigur Heimi Hátún.
Gagnar nógvastaðni
Tá allir spurningarnir eru svarðir, skrásettir og lagdir í dátugrunnar, ber til at lesa upplýsingar og at gera kanningar við støði í tølunum.
Tað fer tó ikki at bera til at lesa upplýsingar um hin einstaka.
Gagn av úrslitinum fáa til dømis politiska skipanin, bæði lands- og kommunala. Áhugafelagsskapir, partarnir á arbeiðsmarknaðinum, vinnan, granskarar, miðlar, altjóða sambandi og annars øll, sum skulu brúka tøl um føroyska samfelagið.
Tá vit hava gjørt nakrar fólkateljingar, til dømis við 10 ára millumbili, kunnu tølini samanberast og veruliga nýtast, eitt nú í gransking og langtíðarætlanum.
100 prosent luttøka
Í einari fólkateljing er ikki nóg mikið at nøkur fá svara, sum vit kenna tað til dømis við veljarakanningum. Fólkateljingin skal fevna um allar borgarar: 100 prosent luttøka. Hetta er millum annað fyri, at fólk einaferð í framtíðini skulu kunna gera til dømis ættargransking út frá upplýsingunum. Hetta kenna vit eisini frá teimum, sum kanna ætt í dag. Ofta brúka tey fólkateljingar frá 1800-talinum at finna svar um forfedrar sínar.
Men tað verður kortini ikki soleiðis, at ein og hvør kann fara inn og lesa um persónlig viðurkifti hjá øðrum. Her verða strangar reglur, bæði fyri atgongd, hvussu leingi og hvussu upplýsingarnir verða goymdir. Eins og við øllum øðrum viðbreknum upplýsingum um borgaran.
Altjóða krav
Seinasta fólkateljingin var í Føroyum í 1977, tá danir stóðu fyri kanningi. Av tí, at føroyskir myndugleikar ikki tóku táttin upp sjálvir, hevur ongin fólkateljing verið í skjótt 30 ár.
Men síðstu árini hevur verið eitt rættiliga stórt trýst á fyri at fáa eina føroyska fólkateljing. Seinastu fíggjarlógirnar hava tískil lagt upp fyri hesi stóru verkætlan.
Fólkateljingin er partur av einum altjóða átaki, har ST gongur á odda. Tíggjunda hvørt ár heitir ST á øll lond heimsins at seta í verk fólka- og bústaðateljingar. Flestu lond í heiminum gera eisini fólkateljingar umleið á 10. hvørjum ári. Fyri altjóða samfelagið er tað ómetaliga umráðandi, at tøl eru tøk, so til ber at samanbera londini, livikor, bústaðarmynstur, inntøkurgrundarlag og so framvegis.