Sjálvt um hesi kunnu ganga hond í hond, um tol og skil verður brúkt, so er samgongan samd um, at tað eru tað ikki stundir til. Teir hava valt tað nationala frælsi, og so má tað persónliga frælsi og alt annað koma í aðru røð. Javnaðarflokkurin hevur í meira enn 70 ár arbeitt fyri tí mótsatta, har vit seta persónliga frælsi hjá hinum einstaka í hásætið.
Persónliga frælsinum til eitt virkið lív, har øll eiga møguleikar, og har øll eiga sømdir. Persónliga frælsinum, sum gevur hvørjum einstakum møguleikar uttan mun til, hvussu eins fíggjarligu fortreytir eru og uttan mun til, hvussu eins førleikar annars eru. Eitt persónligt frælsi, sum í roynd og veru er eitt lívsfrælsi.
Neyvan finst ein vakrari politisk kós enn júst hendan. Kósin móti menniskjanum í samfelagnum og ikki ein kós móti samfelagnum við menniskjum.
Lat okkum taka tvey dømi, sum vísa hugsjónarliga munin millum ynski hjá samgonguni og okkara.
Tá fólkapensjónin varð samtykt á løgtingi í 1959, tá segði kendur fólkafloksmaður, at eitt skuldu tingmenn vita, at tóku teir undir við uppskotinum hjá P. M. Dam og Javnaðarflokkinum um eina fólkapensjón, so varð loysingin útsett í minst 50 ár. T.v.s. hann gjørdi tað til eitt val millum loysing og betri kor hjá pensjonistunum.
Fyri ikki so langari tíð síðan segði Høgni Hoydal í samrøðu við Jyllands-Posten, at nú var umráðandi at halda fast um fullveldiskósina, tí annars fóru politikkarar at geva eftir fyri tí skríggjandi tørvi, sum var til játtan til eitt nú okkara sjúkrahúsverk. T.v.s. hann gjørdu tað eisini til eitt val millum loysingina og betri umstøður á hesi týðandi vælferðartænasti.
Og hetta er framvegis munurin, og hetta er framvegis tað, sum alt snýr seg um eisini komandi fólkatingsval. Tað snýr seg snøgt sagt um hugsjónir. Valið millum menniskjað og fullveldið.
Og rikni politikkurin hjá fullveldissamgonguni ber síni týðiligu prógv. Teri hava av sínum eintingum lagt pengar til síðis, so fullveldisætlanin kundi fíggjast. Teir hava stolt ignorað alt tað, sum hetta samfelagið skríggjar eftir á flest øllum økjum. Teir fáa saktans sovið teirra søta blund hvørja nátt fyri bíðirøðum til røktarpláss, tørvandi játtan til sjúkrahús, alt ov lágum pensjónum, neyðarrópum frá teimum við skerdum førleika o.s. fr. Tí teir hava valt nationala frælsi fram um alt annað. Fyri teir er tað bert tað, sum telur.
Sum so ein erlig søk, so leingi teir sjálvir standa við tað og greiða fólkið frá rætta innihaldinum og teimum fylgjum, tað førir við sær. Men tíverri gera teir tað ikki, tí teir royna at billa okkum inn, at einki verður øðrvísi.
Men fyri veljaran má valið standa greitt. Er tað fullveldið ein velur við teimum fylgjum, sum harav fylgja, so er bara at velja samgonguflokkarnar. Men ynskir veljarin eina framhaldandi menning av okkara samfelag, soleiðis at Føroyar gerast eitt uppaftur betur land at búgva í, so er at geva Javnðarflokkinum sín dyggan stuðul 20. nov.