Fólkið flutt úr amerikonskum konsuláti

Alt starvsfólkið á amerikanska konsulátinum í Berlin er farið úr húsunum, eftir at ein brævbjálvi er funnin har. Tað sigur amerikanska sendistovan í býnum. Sagt verður, at brævbjálvin hevur ein løgnan lukt. Hann var frá einum fólki, sum søkti um innferðarloyvi til USA.

Fleiri týskir fjølmiðlar siga, at starvsfólk á konsulátinum eru flutt á sjúkrahús, tí tey høvdu verið í sambandi við brævbjálvan og tað, sum var í honum. Blaðið Frankfurter Rundschau skrivar, at trý fólk eru flutt á sjúkrahús. Berliner Zeitung sigur, at eitt fólk eru flutt á sjúkrahús.

Týsku myndugleikarnir hava sent fólk hjá løgregluni og sløkkiliðnum at kanna brævbjálvan og tað, sum er í honum.