Fólksins ogn – Seinni partur

Halgir Winther Poulsen, advokatur
-----------------
Fiskivinnan
Eftir at fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórð­ing­ar í 1959 fingu vit ta fyrstu føroysku lógina um fiski­skap innan fyri 12 fjórð­ingar, ið bannaði út­lendsk­um fiskiførum at fiska á hes­um øki, og setti forboð fyri troling innan fyri 6 fjórð­ing­ar. Í 1964 kom nýggj lóg, eftir at markið varð sett úr beinum grundlinjum, men enn var stórt sæð bert talan um forboð fyri troling á land-leiðini. Havið var enn ”frítt”, ikki var neyðugt við øðrum reguleringum, føroyingar kundu stórt sæð óhindraðir fiska á øllum høvum.
Eftir ta kollveltandi broyt­­­ingina í 1977, tá fiski­mørk­ini vórðu flutt út á 200 fjórð­­ingar, og stórt sæð allur før­oyski fjar­fiski­flotin varð tvingaður inn í heima­sjógv, kom fyrsta lógin við reguleringsheimildum í 1978. Her varð ásett, at lands­stýr­­ið eftir samráð við løg­ting­­sins fiskivinnunevnd kundi seta reglur fyri fiski­skapi á landleiðini. Talan var í høvuðsheitum um tekn­iskar reguleringar og frið­ingar og ikki um at seta krøv um fiskiloyvi ella aðrar av­mark­ingar av atgongd til at reka fiskiskap. Hesar avmarkingar byrjaðu við kunngerð nr. 85 frá 5. mai 1987 ”um veiðuloyvi til føroysk fiskiskip”. Við heldur ivasamari heimild í lógini frá 1978 varð nú sett krav um fiskiloyvi fyri øll fiskifør størri enn 20 brt (í 1989 lækkað til 5 brt og í aftur 1989 broytt til eina kombinatión av longd ganga breidd), tó soleiðis, at ”Føroya landsstýri sendir út fiskiloyvi fyri árið 1987 og fylgjandi ár til teirra, sum hava havt fiskiloyvi og/ella landað veiðu….. Einki skip kann fara til fiski­skap uttan veiðuloyvi”.
Her varð fyri fyrstu ferð í okkara fiskivinnusøgu ásett, at tað kravdist loyvi frá tí almenna at fara til fiskiskap, ein vinnuvegur, ið hevði verið einum og hvørjum frítt at reka í øldir. Tað hevði kanska verið skilabetri, um ein so djúptøk, men óivað neyðug, regulering av einari áður frælsari vinnu hevði havt greið­ari lógarheimild, og at lógin hevði ásett greiðari reglur fyri reguleringini.
Longu í 1989 varð ásett í nýggjari kunngerð at ”Um­sóknir um veiðuloyvi verða at senda til Føroya Landsstýri”, eftir øllum at døma eisini tey, ið høvdu fingið fiskiloyvi sendandi frá landsstýrinum fyri ”fylgjandi ár”. Tað sama endurtók seg við nýggjari kunngerð í 1993. Við hesum eru vit komin til núgaldandi lóg um vinnuligan fiskiskap, lóg nr. 28 frá 10. mars 1994. Meðan 1978-lógin var um fisk, eitur tað nú ”livandi tilfeingi”, ið tó ikki fevnir um hval, kóp, fugl og alifisk!
Í stuttum kann sigast, at lógin var mest at líkna við ein fløkjustamp tá hon kom, og hon er ikki vorðin minni fløkt av øllum teimum broytingum, ið hon hevur fingið hesi átjan árini, eini fjøruti tilsamans. Her skal ikki verða gjørd nøkur roynd at gjøgnumganga lógina, pláss er ikki til tess. Tó skulu verða nevnd nøkur dømi úr lógarviðmerkingunum, ið eru til skjals í Løgtingstíðindi fyri 1993 á síðu 385 og fram, so kann einhvør døma um, í hvønn mun hesar ætlanir eru roknar:
”Fyrsta kravið er, at ikki verður veitt meira enn stovn­arnir tola á varandi, burðar­dyggum grundarlag. …”Tað hevur stóran týdning, at vinnan kennir treytir og karm­ar eitt rímiligt tíðarskeið fram­yvir. ..Skipanin skal vera greið og løtt og einføld at um­sita. ..Tað hevur størsta týdning, at vinnan góð­tekur skip­anina og at skipanin stendur á tryggari lógargrund. …nevndin er á einum máli um at skjóta upp, at gjørd verður ein skipan við egnum handilskvotum, roknaðar út frá mest loyvd­um veiðinøgdum (TAC) fyri stovnarnar, sum verða ásett fyri 5 ár í senn. ..Fyrimunurin við tílíkari skipan er, at vinn­an yvir fleiri ár veit, hvussu nógv er til taks. Tað er tí avgerandi, at hildið verð­ur fast um 5 ára mest loyvdu veiðina sjálvt um veiði­líkindini broytast. Ein stórur fyrimunur við hesi skipan er, at politisku myndugleikarnir fara frá smálutastýring og til at seta karmar. Innan fyri tann karm, sum lívfrøðiligu fortreytirnar seta, verður vinnan sjálv at finna fram til hvør samanseting av fiski­flotanum, ið roynist/hósk­ar best. …Skotið verður upp, at teir persónar og tey feløg, sum fáa kvoturættindi, varð­veita hesi í 20 ár. Møguleiki er eftir umsókn at fáa longt rættindini út um tey 20 árini. Hugsanin er, at kvotu­rætt­indini ikki verða veitt sum ogn, men heldur sum ein tíðaravmarkað konssesión, sum kann takast aftur ella ganga út. Hinvegin er neyðugt at hava eina skipan, sum loyvir vinnuni at gera lang­tíðarætlanir, tí galda kvotu­rætt­indini í minsta lagi 20 ár.”
Kvotuskipanin vísti seg ikki at rigga serliga væl, og longu á vári 1996 vórðu grund­leggjandi broytingar gjørdar í lógini, m.a. við fiski­døgum í staðin fyri kvotur. Talið av veiðiloyvum varð fryst fast til tað, sum tað var 1. januar 1995, og fiski­dagarnir vóru í stóran mun umsetiligir. Meðan eingin tíðaravmarking sær út til at vera í 1996-lógini, varð tann broytingin gjørd í 1998, at fiskidagarnir vóru í gildi í 10 ár ”í senn”, og at teir kundu umsetast upp til 10 ár ”í senn”, ella við øðrum orðum ein ”rullandi skipan”.
Í 2007 sær út til at ”politiska skipanin” var komin á trota. Nú kom enn eitt uppskot til lógarbroyting, ið, sum endamál hevði ”at hava eina lóg, sum setir greiðar karmar um, hvussu høvuðsvinna og høvuðstilfeingi okkara verð­ur skipað og umsitið”. Skotið verður upp og sam­tykt við 28 atkvøðum á tingi, at øll veiðiloyvi ganga út tann 1. januar 2018, men ”verða endurnýggjað, um loyvis­havari framhaldandi lýkur treytirnar sambært lógini og í veiðiloyvi og fiskiloyvi”. Hesi endurnýggjaði loyvi hava gildi í 5 ár, men her stend­ur ikki ”í senn”. Í við­merkingunum stendur kort­ini, at ”ætlanin er at endur­nýggja loyvini 5. hvørt ár, um loyvishavarin framhaldandi lýkur treytirnar….”, so tað er heldur ógreitt, um hesi fimm ára loyvini eru rullandi ella ikki.
Væntandi var, at nú bar til at fáa í lag eina veruliga og grundleggjandi viðgerð av allari fiskivinnulóggávuni, men síðan 2007 er einki hent í so máta uttan at tíggju lógarbroytingar eru sam­tyktar síðan tá, og nú sær eftir almenna kjakinum at døma út til, at ósemjan um fiski­vinnu­politikkin er størri enn nakratíð millum luttak­ararnar í ”politisku skip­anini”.
Við makrelinum kom reiði­lig gongd á nýhugsanina í fiski­vinnupolitikkinum við ikki minni enn tveimum kunn­gerðum og einari nýggj­ari lóg innan fyri ein mánað. Tann 4. mai 2011 kom ein kunn­gerð um veiðu eftir makreli, ið ásetti býtið av teim­um 150.000 tonsunum, ið vóru ásett sum kvota fyri árið, men tá er longu gjørd ”Langtíðarsemja frá 20. apríl 2011 millum Samgongu, Tjóð­veldi og Framsókn” um hvussu føroyska kvotan skal nýtast. Í hesi semjuni (sum kortini ikki bleiv so lang­lívað), eru tvey heilt nýggj fyri­brygdi, nevniliga avgjald (til­feingis­gjald?) og upp­boðs­­søla, ið onga heimild høvdu í galdandi fiskivinnu­lóg. Hendan nýggja ”makrel­samgongan” bar skjótt at, og tann 8. juni 2011 kom nýggj ”lóg um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011”, har gjald varð álagt einum parti av vinnuni og ein partur av kvotuni skuldi seljast á upp­boði, meðan aðrir einki skuldu lata fyri hesa fólksins ogn. Longu tveir dagar seinni nýggj kunngerð um tað sama. Av sonnum ikki drúgv tíð at fyrireika tvær so koll­veltandi nýskipanir fyri høv­uð­s­vinnuna.
Makrelsamgonguni var ikki lív lagað, og eftir valið fingu vit nýtt landsstýri við tí útkoyrda (ella-farna?) liberala fólkaflokkinum aft­ur at tí sosial-liberala sam­­bands­flokkinum. Hetta sást eisini partvíst í sam­gongu­skjalinum, har tað – um­­framt klassikaran um at ”fiski­­vinnulóggávan verð­ur dag­førd og gjørd ein­faldari” - eru nøkur orð um tíðar­avmarkaða/rullandi skipan sum skal gerast saman við fakfólki, og tilfeingis-/loyvis­skatt, líkur tí, sum er galdandi fyri 2011 (t.v.s. 2,5 prosent eykaskatt av skattskyldugum vinningi í fiski- og alivinnuni omanfyri 1 mió kr, og sum varð mett at geva einar 25 mió. í eykaskatti). Tá av­torn­aði komu 7,8 mió. burt­urúr, hvørki meira ella minni.
Nýsetti landsstýris­mað­ur­in í fiskivinnumálum bar skjótt at viðvíkjandi veiði­loyvunum, ja so skjótt, at tað kostaði honum sessin. Hann sendi eitt broytingauppskot av fiskivinnulógini til hoyr­ingar ”uttanhýsis”, eftir øllum at døma uttan at løgmaður og landsstýrið vóru kunnað frammanundan. Hann skjeyt upp, at nú skuldu loyvini ikki falla burtur 1. januar 2018, men í staðin fyri vera galdandi ”12 ár í senn”. Hetta var kortini neyvan so ógvislig broyting í mun til ta hjá hansara sam­bandsundangongu­manni, ið hevði sagt 5 ár (helst eisini ”í senn”), so helst hevur tað verið bráðræsnið, ið kostaði honum sessin.
Viðvikjandi skatting ella veiðigjøldum tykist higar­til at hava verið verri at finna stevið. Sitandi lands­stýrismaðurin í fiski­vinnu­málum sær út til at taka undir við ”rullingini”, men er avgjørt ímóti allari skatting. Tað sama tyktist løgmaður eisini at vera, ið hvussu er helt hann seg til samgonguskjalið, ið ikki er kollveltandi hvat skatti viðvíkir. Men hetta var áðrenn blokktúrin til Danmarkar. Síðan er hann vorðin meira skattahugaður, og sýnist at hava funnið út av, at tilfeingisskatturin skal geva júst tað, sum blokkurin ikki gav eyka.
Um rullandi loyvini hev­ur ein førandi sam­bands­ministari sagt alment, at fólkafloksministarin má vera í ørviti, tekur hann undir við rullandi loyvum. Sami sam­bandsministari tykist ganga inn fyri tilfeingisskatti, ið skal geva hundraðtals milli­­ónir. Løgmaður hevur alment rikið framundir, at vil fólkaflokkurin ikki tilfeingis­skatt og heldur hann fast um rullandi loyvi, eru aðrir meirilutar í løgtinginum, hvør skal siga tað er ein úthurð á øllum ministaraskrivstovum. Nú eru allar hesar ósemjur kortini parkeraðar í einari heilt nýggjari makrelnevnd, sum eftir hvat júst frættist er komin til tað úrslit, at einar 120 mió. kr. skulu fáast inn í gjøldum (les skatti) frá allari fiski- og alivinnuni. Hetta talið minnir ikki sørt um tað, sum løgmaður und­an valinum lovaði í eyka­blokki, ið sum kunnugt end­aði við 8 milliónum. Tað er sostatt ikki talan um tað, sum vanliga verður skilt við til­feingisgjald, ið vanliga verður definerað sum eitt gjald av tí seravkasti, ein tilfeingis­vinna fær av ókeypis brúki av fólksins ogn. Men enn hevur ”politiska skipanin” ikki funnið út av, hvussu hesin eyka­skattur skal álíknast, so her er helst okkurt at gleða seg til hjá vinnuni.
Av øðrum málum, ið hava verið nógv frammi seinastu tíðina er uppboðssøla og út­lendsk luttøka í fiskivinnuni. Summir, kanska serliga fíggj­ar­frøðingar, hava skriv-að og talað vítt og breitt um allar milliardirnar, eigarar­nir (t.v.s. vit, Føroya fólk) verða snýttir fyri ár eftir ár, og at uppboðssøla av øll­um rættindum er einasta loysn­in at koma hesum til lívs. Lítið verður sagt um, hvussu tílík uppboðssøla skal skipast í praksis, t.d. um bert føroyingar skulu hava loyvi at bjóða, hvussu ofta skal bjóðast og fyri hvussu long tíðarskeið, skalt tú eiga skip undir føroyskum flaggi fyri at bjóða o.s.fr. Tey flestu minnast óivað tann lítla døllin, helst undir føroyskum flaggi, ið keypti stóran part av makrelinum í fjør, og neyvan mundi fiska tað stóra sjálvur.
Hugburðurin um útlend­inga luttøku í fiskivinnuni plagar at skifta við fíggjar­støðuni. Eru ringar tíðir eru útlendingar vanliga ikki so illa sæddir, men í betri tíð­um vilja vit hava alla kak­una sjálv. Í alivinnuni tykist tað ikki at vera nakar trupul­leiki, at eitt felag, sum útlendingar eiga meirilutan í, hevur helmingin ella meira av øllum aliloyvum. Nú hevur ministarin boðað frá, at útlendingar skulu ikki sleppa at eiga eina krónu í før­oyskum fiskiskipum. Út­lendingar kunnu enn eiga øll virkini á landi, har van­liga megin­parturin av vinn­inginum skuldi ligið, um rætt verður borið at. Og hvat um eitt føroyskt reiðarí onkuntíð skuldi komið í ta óhugsandi støðu at verið so væl fyri fíggj­arliga, at tað slapp á børsin? Verður tað viðfarið við somu silkihandskum sum alifeløg, ið eru á børsinum?
Vit hava enn eitt skotbrá til 2018, væl at merkja um fiskivinnulógin ikki verður broytt á hesum øki, og skuldi tørvað longri tíð, hevði tað borið til at longt hesa freist. Eg hugsi at tey allarflestu kunnu semjast um, at tað ber bara ikki til, at tað einasta vit og vinnan vita við vissu er, at 1. januar 2018 eru øll rættindi fokin.
Mítt uppskot er, at løg­ting­ið, t.v.s. bæði andstøða og samgonga, setur eina kommis­sión, sum skal vera breitt umboðað við fólki úr vinn­uni, fiskifrøðingum, sam­felagsáhugabólkum, fak­feløg­um, peningastovnum o.ø. Politikarar skulu ikki hava nakran avgerandi lut í arbeiðinum, men heldur vera í onkrum slagi av fylgibólki, meðan sjálv kommissiónin skal arbeiða fakliga og sak­liga; helst kundi arbeiðið skip­að við einari minni arbeiðs­nevnd, ið fyrireikar málini til kommissiónina at taka støðu til. Ein hóskandi arbeiðs­setning hava vit longu høv­uðs­upp­skriftina til í gr. 2 í fiski­vinnu­lógini, har ásett er at ”Dentur verður lagdur á í um­sitingini av hesi lóg, at varð­veita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðar­dygt á skila­besta hátt, lívfrøði­liga og bú­skap­arliga, við virðing fyri sam­band­inum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havin­um og meingi teirra, til tess at tryggja besta sam­felagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støð­ugar arbeiðs- og inn­tøku­møgu­leik­ar og møguleikar fyri vinnu­ligum virksemi um alt landið. Somuleiðis kundu við­merk­ing­arnar til 1994-lógina, ið eru nevndar frammanfyri, verið góður íblástur. Harumframt átti kommisiónin at viðgjørt spurningar sum avgjøld/til­feingisgjøld, atgongd hjá nýggj­um aktørum, út­lend­inga­atgongd v.m., alt samalt trætumál, sum ”politiska skip­anin” hevur havt so nógv ár um ikki at semjast um.