Følsk undirskrift sjokkeraði advokatin

- Tað kom fullkomiliga óvart á meg, at undirskriftin á sáttmálanum var falsað.

Tað sigur Bjørn á Heygum, sum var advokatur hjá Rune Pedersen, stjóra í Vælveru Fitness, sum dróg ein kunda í rættin við kravi um at kundin skuldi rinda limagjaldið.

Kundin, Niels Petur Bech, noktaði at gjalda, tí hann hevði ikki teknað seg sum lim í Vælveru Fitness. Hann hevði bara fingið eitt gávukort frá konuni uppá seks mánaðir venjing. Tað var í desember 2010.

Málið var í rættinum mánadagin. Har kom fram, at undirskriftin á sáttmálanum millum Vælveru Fitness og Niels Petur Bech var falsað. Eisini var føðiárið á sáttmálanum skeivt.

- Lat ongan iva vera um, at eg hevði aldrin farið í rættin við einum slíkum máli, um eg visti at minsta ivamál var um undirskriftina á sáttmálanum. Til tað er málið alt ov lítið, sigur Bjørn á Heygum og vísir á, at kravið frá eigaranum av venjingarmiðstøðini liggur um 1500 krónur.

Ráðini frá advokatinum til Rune Pedersen vóru tí einføld. Antin fekk hann ein grafolog at staðfesta rættleikan í undirskriftini. Tað er ein útreiðsla á 5-10.000 krónur. Hin møguleikin var at sleppa málinum.

Rune Pedersen hevur valt seinna møguleikan.

Á vangamyndini hjá Vælveru Fitness skrivar Rune Pedersen millum annað soleiðis í gjárkvøldi:

“Jeg vil først på det kraftigste afvise at der er nogen sandhed i den artikel. Vælvera Fitness har ikke forfalsket nogen underskrift, vi har ikke nogen sag kørende mod os og vi er heller ikke blevet dømt for noget. Sagen er kort at vi har en sag i retten mod et tidligere medlem, som ikke har betalt sit medlemsskab. Det er under sagen kommet frem, at det tilsyneladende ikke er personens underskrift på medlemskontrakten. Hvem, som så har skrevet under vides ikke. Jeg har besluttet at droppe en videre sag og det tidligere medlem vil heller ikke gøre mere ved sagen. Derfor kan det undre mig meget at en journalist vælger at skrive noget helt forkert på portalen, uden at kontakte mig først og uden at undersøge sagen korrekt.”