ÍF misti við Løkin

Teir næstbestu hjá NSÍ stóðu seg betri ímóti fuglfirðingum, enn teir gjørdu á Toftum fyri viku síðani

Fuglfirðingar vitjaðu við Løkin í Runavík í góðveðrinum seinnapartin. Úrslitið varð 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

17 ára gamli Pætur Skipanes legði NSÍ framum við fínum skoti, tá ið eitt korter var farið, og ÍF miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard javnaði, tá ið ein hálvur tími var farin. Hann setti bóltin í málið, eftir at vongverjin í vinstru, Andy Ó. Olsen hevði lagt innfyri við horna úr høgru.

 

Tað leikaði rættiliga javnt á. Fuglfirðingar vóru stinnir í deyðbóltsstøðum, tá ið miðverjarnir Jan Ó. Ellingsgaard og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum orsaka av skaða ikki hevur verið so drúgvur fyrr í ár, vóru frammi í brotsteiginum.

 

Ungu NSÍ spælararnir funnu væl hvønn annan. Í álopinum høvdu teir til miðskeiðis í seinna hálvleiki veteranin Christian Høgna Jacobsen, sum lúrdi alla tíðina. Fram ímóti dystarenda vóru spentar støður í báðum endum. Næst við at skora var Pætur Skibenæs, sum úr tjúgu metrum og úr høgru við fínum skoti sendi bóltin á handaru samankomingina aftanfyri Haldgrím Gregersen Hansen í ÍF málinum.

 

ÍF, sum hevur spælt tvær ferðir 1-1 og vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, hevur seytjan stig.

Hetta var aðru ferð, at tað endaði javnt hjá NSÍ á heimavølli. Samlaða úrtøkan er tann sama, sum hon er hjá ÍF – seytjan stig.

Um eina viku skal NSÍ til Suðuroyar, meðan ÍF skal spæla á heimavølli ímóti B68.