Í morgin fara bæði landsstýrið og trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum at umrøða ta lívshættisligu CTD-sjúkuna. Á landsstýrisfundinum í morgin fer Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at kunna landsstýrið um, hvat heilsumálaráðið er komið til í sambandi við CTD-sjúkuna, og hvat tað fer at kosta at kanna tey, sum kunnu haldast at vera berarar ella sjúklingar.
Seinni í morgin skal landsstýrismaðurin so á fund við trivnaðarnevnd Løgtingsins um sama mál. Formaðurin í nevndini, Jákup Michelsen, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann hevur skilt, at tað er politiskur meiriluti fyri at játta pening til tær neyðugu kanningarnar.
Jákup Michelsen segði, at kunnu kanningarnar gerast líka væl í Føroyum og harafturat bíligari enn í Danmark, skulu sera góðar grundgevingar til fyri at fara av landinum við kannignunum.