Fýra dystir í Løgmanssteypinum

Í kappingini um Løgmanssteypið verða fýra dystir á skránni um vikuskiftið. Enn eru liðini úr bestu deildini ikki við, men fleiri av sterkastu liðunum í 2. deild skulu í dyst sunnudagin.
Eitt nú skal AB til Leirvíkar í eini reinari 2. deildaruppgerð, og tá verður spennandi at síggja, hvussu sterk hesi bæði lið eru í ár. Í Vágum verður lokaluppgerð, tá ið Sørvingar fáa vitjan av FS Vágar 2004.
Hinir báðir dystirnir eru Sumba-MB og NÍF, sum er liðið hjá nólsoyingum, móti Fram.