Fýra fólk í ógvusligum ferðsluóhappi

Men tey sótu øll væl spent, so eingin fekk skaða

Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á vegastrekkinum ímillum Skála og Skálabotn, har ein bilur fór út av og bóltaði rút nakrar ferðir, áðrenn hann steðgaði aftur.

Løgreglan sigur, at fýra fólk vóru í bilinum, tvey vaksin og tvey børn og tey sótu øll væl spent í trygdarbelti eftir forskriftunum.

Tey vórðu kortini flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tað vísti seg, at tey vóru sloppin frá óhappinum uttan mein, og løgreglan heldur, at hetta er eitt dømi um, hvussu týdningarmikið tað er at fólk í bili sita í trygdarbelti.

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, tí tey hava ikki tosað við fólkini enn, men tað fara tey at gera, tá ið høvið býðst.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Nakað av fólki hevur verið í býnum, og tað slepst ikki undan at tað elvir til eitt sindur av arbeiði hjá løgregluni, men tey siga, at talan var bara um smáttarí.