Altjóða Skrivstovan kunnar um fíggjarligan stuðul og praktisk viðurskifti.
Týsdagin 9. oktober 2001, kl. 20:00 í studentaskúlanum í Hoydølum skipa ASK og LFÚ-ráðgevingin fyri einum kunnandi fundi um møguleikarnar fyri framhaldslestri uttanfyri Danmark. Øll frá miðnámsútbúgvingunum og onnur áhugaði eru vælkomin.
Fýra føroyingar, sum allir hava tikið heila ella avgerandi part av útbúgving síni í útlondum, eru við og siga frá
1. um teirra tankar og ætlan við at útbúgva seg í ávikavíst Noregi, Bretlandi og Mexico
2. um góð og trupul viðurskifti undir útbúgvingartíðini av fakligum og meira sosialum slag
3. um starvs royndir teirra, eftir at tey eru heim komin
4. um, hvat tey halda kann gerast fyri at fáa fleiri til at taka hægri útbúgving í útlondum
Eftir at tey fýra hava sagt frá útbúgving og ?yrkisleið? teirra, verður orða-skifti og møguleiki at seta spurningar.
Aftaná sigur leiðarin á Altjóða Skrivstovuni, Holger Arnbjerg, frá møguleikunum at lesa partvísan ella heilan framhaldslestnað uttan fyri Danmark í dag. Tað verður um fíggjarviðurskifti, umsóknarviðurskifti og aðrir praktiskir upplýsingar tí viðvíkjandi.
Tey fýra, sum eru við, eru:
A) Maria A. J. Heradóttir, 39 ár, adjunktur í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Maria bleiv studentur í 1981 og var í starvi nøkur ár í Bretlandi, áðrenn hon fór at lesa BA á Oxford Brookes University við enskum og týskum sum fak. Hon tók Masterprógv á Hull University í 1996. Hon hevur arbeitt á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði tey seinastu 7 árini.
B) Petur Steingrund, 37 ár, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.
Petur bleiv studentur í 1984 og las 5 ár á Bergens Universitet, har hann tók prógv í 1993. Aftaná tvey ár sum studentaskúlalærari í evnafrøði og lívfrøði á Kambsdali fekk hann starv á Fiskirannsóknarstovuni.
C) Louisa A. Fjallsbak, 28 ár, fyrisitingarskrivari hjá Statoil í upstream-deildini.
Louisa bleiv studentur í 1992. Las fyrst eitt ár á Fróðskaparsetrinum BHM, t.v.s. búskap, handil og mál og helt áfram í Aberdeen á Robert Gordon University í 3 ár til Bachelor of honours prógv. Hon bleiv liðug í 1997 og hevur arbeitt hjá Shell og Atlanticon, men arbeiðir nú í fyrisitingini hjá Statoil.
D) Áki Johansen, 33 ár, virkisráðgevi á TK-stovuni.
Áki bleiv studentur í 1989. Hann las 6 ár á tveimum universitetum í Mexico og tók MA í International Marketing á Universidad Anáhuac, Mexico City í 1999. Hevur síðani januar 2000 arbeitt á KT-stovuni sum virkisráðgevi.