Fýra ferðir SÍ

Gentur U12: SÍ vann 2-1 og er FM vinnari

So eru FM finalurnar hjá teimum yngru í flogbólti aftur í gongd í Trongisvági. Í gjár gjørdi SÍ reint borð og vann FM í U15 og U17 dreingir, og U16 gentur. Aftur í dag stendur SÍ ovast.

 

Les eisini: Hattrik til SÍ

 

Genturnar hjá SÍ vunnu 2-1 á Ternuni. SÍ vann fyrsta sett 25-8, meðan Fleyr vann annað sett 25-22. Í triðja settinum vann SÍ heili 15-0. Fyri SÍ bleiv Tóta Búadóttir vald til dagsins spælara, meðan Maiken Jacobsen bleiv vald dagsins spælara fyri Ternuna

 

Gentur U 12 FM finala:

SÍ-Ternan 2-1

(25-8, 22-25, 15-0)

 

Mynd: (Flogbóltssambandið) Aftast frá vinstru: Elin Hovgaard, Bára Jansdóttir, Lilja Haraldsen, Oda Eyð Lauritsen, Lisa Haraldsen, Anja Sólja Niclasen, Sofía Weihe Simonsen, Tóta Búadóttir.

Fremst frá vinstru: Elin T. Poulsen, Marin á Trøð Lauritsen, Laura Skov Weihe, Andreja Petrovic, Sára Kambsgarð