Vertirnir høvdu nógv av gullinum og skreytinum eftir, tá ið síðsti kappróðurin í 2008 varð avgreiddur.
Í fjør vann Havnar Róðrarfelag einki FM. Eftir ólavsøku í fjør søgdu tey í Havnar Róðrarfelag, at tey væntaðu at vinna fleiri meistaraheiti í 2008, og soleiðis varð tað:
Havnar Róðrarfelag vann fýra róðrar á ólavsøku, og allir vinnararnir hjá Havnar Róðrarfelag á ólavsøku vunnu eisini føroyameistaraheitið.
Sílið við dreingjum, Sílið við kvinnum, Drekin við gentum og Havnarbáturin hava í dag vunnið fýra meistaraheiti til Havnar Róðrarfelag.
Hinir meistararnir eru 8-mannafarið Heiðabáturin, 6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum og 6-mannafarið Sundabáturin við monnum.