Fýra mans royna seg

Upptøkuroynd verður fríggjadagin og tá skal ein ungur maður finnast til leiklutin sum serfrøðingur í nýskrivaða leikinum við fyribils heitinum Vitapassarin.

Fríggjadagin verður upptøkuroynd á Meiarínum í Havn í sambandi við, at Leikarafelag Føroya fer undir at seta upp ein nýskrivaðan føroyskan sjónleik. Fimm leikarar eru í leikinum, teir fýra eru settir við fólki í felagnum, og til tann fimta hava fýra ungir mans boðið seg fram. Upptøkuroyndin byrjar við felagsupphiting, venjingum, improvisatión o.ø. og seinnapartin verður einstaklingaarbeiði, t.d. við teksti. Upptøkuroyndin fer at geva einum teirra møguleika at royna seg sum yrkissjónleikara.

Súsanna Tórgarð, sum fer at leikstjórna leikin, er nøgd við talið á tilmeldingum.

- Eg hevði ikki roknað við fleiri. Tað stendur ofta á at finna ungar menn til leik og vanliga brúka vit fólk uttan fyri felagið. Hesir, sum hava meldað seg til, hava allir meir og minni royndir frá sjónleiki, sigur Súsanna Tórgarð.


Vitapassarin

Sjónleikurin, talan er um, er Vitapassarin eftir Rakel Helmsdal og leikurin er nú liðugt skrivaður. Heitið er ikki avgjørt endaliga enn. Tað næsta sum nú hendir er, at høvundurin, leikstjórin og Jón Thorsteinsson, sum er dramaturgur, fara at arbeiða við leikhandritinum.

Leikurin fer fram á einum vita. Á vitanum búgva vitameistarin, kona hansara og 16 ára gamla dóttir teirra. Tveir serfrøðingar koma á vitan við teimum ørindunum at niðurleggja hann. Tann eini serfrøðingurin er tilkomin, hin er ungur, millum 18 og 26 ár, og tað er til henda leiklutin, Leikarafelagið hevur sóknast eftir leikara.

Leikurin verður fyrsti stóri leikurin, ið verður settur upp í nýggja sjónleikarhúsinum á Meiarínum og somuleiðis fyrsti stóri leikurin sum Súsanna Tórgarð leikstjórnar. Verkætlanin er á nógvar mátar nýskapandi og manningin eru øll føroyingar, frá rithøvundi, leikstjóra til teknikkarar.

- Hetta verður sera spennandi. Vit hava altíð vantað føroyskar nútíðarleikir. Kanska verður hesin ein byrjan til, at rithøvundar fáa hug at skriva sjónleik. Vit fáa í øllum førum nakrar royndir, sum vit seinni kunnu gera gagn av. Tá ið tað snýr seg um nútíðarleikir eru vit langt aftanfyri onnur lond. Hví eingin skrivar sjónleik í Føroyum, veit eg ikki. Tað er nógv øðrvísi enn at skriva eina skaldsøgu til dømis. Tú skalt kenna eitt sindur til sjónleikarumhvørvið, sigur Súsanna Tórgarð.

Venjingarnar byrja beint eftir ársskiftið og frumsýningin av leikinum verður 6. mars. Sýningar vera trý-fýra kvøld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður farið at ferðast kring landið.