Hóast tað ikki verður so nógv tosað um met, tá ið tað ræður um kappróður, sum tað verður eitt nú í svimjing og súkkling, og sum tað verður í hesum OL tíðum, so hava kapprógvarar og tey, sum fylgja væl við, eitt vakið eyga við tíðunum og møguleikanum fyri at seta met.
Higartil í ár eru fýra met sett í kappróðrinum. Klaksvíkingur eigur tvey av metunum. Hitt fyrra setti hann í heimasjógvi á Norðoyastevnu, og tað seinna róði Klaksvíkingur seg til á Eystanstevnu á Skálafjørðinum.
Á Norðoyastevnu var vinnaratíðin 6.38.24. Besta vinnaratíðin á 1500 metra teininum á Norðoyastevnu var frammanundan 6.46.03. Hetta var vinnaratíðin hjá Nólsoyingi í Klaksvík í 2005.
Á Eystanstevnu var vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi á 2000 metra teininum 8.53.07. Tað gekk akkurát hjá klaksvíkingum at seta met og harvið at gera upp við metið, sum Skálabáturin setti í 1976. Ta ferðina var vinnaratíðin hjá skálamonnum 8.53.30.
Tveir aðrir bátar settu eisini met á Eystanstevnu. Teir vóru Erla Kongsdóttir við gentumanning og Havfrúgvin við kvinnumanning. Erla Kongsdóttir tók metið, sum Hvassi setti fyri fýra árum síðani. Tíðin hjá Erlu Kongsdóttir í ár var 5.20.11, og tíðin hjá Hvassa fyri fýra árum síðani var 5.35.13.
Havfrúgvin við kvinnum vann á Eystanstevnu í tíðini 5.18.20. Harvið gjørdu vestmannakvinnur upp við 30 ára gamla metið, sum Royndin Fríða setti í 1982. Tá var vinnaratíðin 5.18.20.