Í uppskotinum til fíggjarlóg varð einki avsett til innkomuvegin á eystara armi av Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin, sum tað verður roknað við verður tikin í nýtslu fram ímóti ársenda í 2020.
Í sínum áliti mælir meirilutin í fíggjarnevndini til, at fýra milliónir verða settar av til innkomuvegin.
Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø skriva soleiðis:
Raðfestar verða 4 mió krónur til undirstøðukervið til og frá tunnilsmunnanum í Rókini og ígjøgnum bygdirnar eystarumegin við Skálafjørðin. Skitsuprosjekt er gjørt frá landsvegnum omanfyri Bakkafrost á Glyvrum út til tunnilsmunnan. Koyrandi verður ímillum Runavík og Tórshavn í desember mánaði 2020 og umráðandi er, at nógv vaksandi ferðslan verður klovin áðrenn hon øll endar í miðbýnum í Runavík.
Onnur viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður mánadagin.