Magnus Jákupsson, Eva Trygvadóttir, kvinnurnar hjá Ægir og menninir hjá Havnar Svimjifelag settu nýtt føroyskt met undir føroyameistarastevnuni í Gundadali seinnapartin. Umframt tað, settu svimjarar nýggj juniormet.
Magnus Jákupsson, HS, setti nýtt met í 200 metra rygg. Hann kom á mál við tíðini 2:01.08. Hann átti eisini gamla metið, sum var 2:03.12.
Eva Trygvadóttir, Ægir, kom á mál við tíðini 34.19 í 50 metra bringu, og tað er nýtt føroyskt met. Hon átti eisini gamla metið, sum var 34.29.
Kvinnurnar hjá Ægir settu met í 4x100 frí. Tíðin var 3:59.98. Tær áttu eisini gamla metið. Tað var 4:02.20.
Menninir hjá Havnar Svimjifelag fingu nýtt føroyskt met í bólkinum 4x100 blandað. Tíðin var 3:57.99. Teir áttu eisini gamla metið, sum var 4:03.09.
Juniormetini í dag
Turið S. Christiansen, Ægir, 2:25.61 í 200 blandað ? hon átti eisini gamla metið, sum var 2:26.55
Cecilia W. Eysturdal, Ægir, 9:09.47, í 800 frí ? hon átti eisini gamla metið, sum var 9:13.07.
Genturnar hjá Ægir, 4:02.49, í 4x100 frí ? SuSvim átti gamla metið, sum var 4:06.83.
Turið S. Christiansen, Ægir, 2:24.52, í 200 blandað ? hon átti eisini gamla metið, sum var 2:25.61.
Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, 2:01.08 - hann átti eisini gamla metið, sum var 2:03.12.
Eva Trygvadóttir, Ægir, 34.19, í 50 bringu ? hon átti eisini gamla metið, sum var 34.29.