Tað er so javnan, at tað frættist, at føroysk fótbóltslið hava vunnið summarkappingar í Danmark. Føroysku børnini og unglingarnir vinna í kappingum við fótbóltsspælarar úr fleiri øðrum londum, og tí er tað ivaleyst onkur, sum spyr, um hetta vil siga tað sama sum at føroyingar eru við at gerast ein tann besta fótbóltstjóðin í Europa.
Sjálvandi er hetta ikki so. Støðið í ymsu kappingunum er misjavnt. Men tað tekur ikki gleðina burtur hjá teimum, sum umboða føroysku feløgini uttanlands.
Í síðstu viku luttóku ung-lingarnir hjá NSÍ í Pondus Cup. Kappingin var í Nørre Sundby. Tey tólv unglingaliðini vóru flokkað í tveir bólkar. NSÌ vann allar fimm innleiðandi dystirnar.
Fyrst vunnu teir 6?0 á norska Storebergan, og so vunnu teir 3?0 á einum liði hjá Nørre Sundby Boldklub. Móti Djerv 1919 úr Noregi vann NSÍ 2?0, Varhauge úr Noregi vunnu teir 2?1 ímóti, og í síðsta dystinum í bólkaumfarinum vunnu teir 2?1 ímóti pólska KSZO Ostrovicc.
Í hálvfinaluni fríggjadagin vunnu teir 5?0 ímóti einum norskum liði. Leygardagin kl. 14 var finalan ímóti Varhauge úr Noregi, sum hevði vunnið sína hálvfinalu. Og aftur hesa ferð eydnaðist tað NSÍ at basa norska liðnum. Úrslitið var 1?0. NSÍ skoraði, tá fýra minuttir vóru eftir. Dystirnir vóru tvær ferðir 35 minuttir.
Umframt NSÍ og hitt finaluliðið var tað sjónskt, at tvey ella trý lið tóku kappingina sum týdningarmikla venjingarlegu undan kappingarbyrjan. At føroyska liðið fór við sigrinum mundi ikki líka øllum hinum so væl.
Tað var loyvt at hava tríggjar spælarar á liðnum, sum eru eitt sindur eldri enn unglingar. NSÍ ynskti at Christian Høgni Jacobsen, sum hevur verið nógv skaddur, skuldi fáa dystarvenjing, áðrenn tað verður farið undir aftur landskappingina. Christian Høgni var rættuliga í støtinum. Hann skoraði tíggju av 21 málum. Sonni Lamhauge Petersen var eisini við. Hann skoraði fimm mál.
Ferðalagið úr Runavík kom til hús aftur mánadagin, og í fyrrakvøldið varð skipað fyri móttøku. Foreldur og umboð fyri felagið og onnur áhuga møttu, og har var sera hugnaligt.
Venjari hjá NSÍ unglingunum er Jonhard Hansen. Liðleiðari í Danmark var Jákup Martin Kjeld, og Dagfinn Olsen var ferðaleiðari.
jh