Føroya Banki fekk ikki Fionia Bank

Nordea hevur í morgun kunngjørt, at bankin hevur keypt Fionia Bank, sum Føroya Banki ætlaðu at keypa saman við einum donskum banka. Nordea sigur, at hann yvirtekur 29 deildir og 400 starvsfólk hjá Fionia Bank, og at keypsprísurin er 900 milliónir krónur.

Føroya Banki kunngjørdi í síðstu viku, at hann og danski bankin Lån & Spar høvdu tikið seg saman um at keypa Fionia Bank. Men sambært donsku fjølmiðlunum var tilboðið frá Nordea tað besta.

Við keypinum yvirtekur Nordea umleið 75.000 privatkundar hjá Fionia Bank og umleið 7.500 vinnulívskundar. Við teimum fylgja útlán fyri 6,5 milliardir krónur.