Føroya Banki
Føroya Banki hevði eitt munandi betri hálvár í ár, enn bankin hevði somu tíð í fjør. Avlopið fyri skatt er 102 miljónir krónur móti 46 miljónum krónum fyrra hálvár í fjør.
Á tíðindafundi í dag fingu vit at vita, at netto rentu-og tænastuinntøkur bankans eru 155,7 miljónir krónur higartil í ár móti 129,3 miljónum krónum somu tíð í fjør.
Eginogn bankans er nú 1.330 miljónir krónur og solvensurin, sum hevur verið minkandi, er nú 20,8 prosent.
Hetta er fyrsti almenni hálvársroknskapurin hjá Føroya Banka, síðan bankin er vorðin skrásettur á virðisbrævamarknaðinum.
Forstjórin fegnast
- Vit fegnast um, at vit kunnu vísa á eitt væl betri úrslit fyrra hálvár í ár enn fyrra hálvár í fjør.
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka sigur, at betraða lønsemi av rakstrinum er til gagns fyri partaeigarar bankans.
Á tíðindafundinum í morgun vísti hann á, at avlopið eftir skatt higartil í ár er 40,2 miljónir krónur. Í fjør var avlopið einans 13,2 miljónir krónur eftir skatt.
Forstjórin visti eisini á, at útlán bankans vóru 6,2 miljardir krónur fyrra hálvár í ár, og at vøksturin í útlánunum í hesum halvari hevur verið 833 miljónir krónur.
- Innlán bankans eru 4,9 miljardir krónur við endan av juni mánaða, og innlánini vuksu fyrra hálvár við 203 miljónum krónum.
Fíggjarjavnin hjá Føroya Banka er nú 7,8 miljardir krónur.
Nýggir partaeigarar
Føroya Banki varð skrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Danmark 21. juni í ár, og samstundis sum tveir triðingar av bankanum vórðu einskildir.
Við skrásetingini og einskiljingini fekk Føroya Banki umleið 15.000 nýggjar partaeigarar.
- Vit vænta eitt ársúrslit í ár, sum verður millum 145 og 165 miljónir krónur fyri skatt og burturleggingar.
Forstjórin, Janus Petersen, sigur, at hetta er sama forsøgn, sum bankin hevði í samband við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing í ár.