Eina góða viku eftir, at Føroya Sparikassi kunngjørdi teirra roknskap fyri 1. hálvár í ár, so var hin stóri føroyski peningastovnurin kláru við einum líkandi útspæli.
Eins og við Føroya Sparikassa, so vísir Føroya Banki eisini á sera góð úrslit. Sjálvur sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, at úrslitið hjá teimum er nógv betri enn tað hjá Føroya Sparikassa, tá hugsað verður um, at hava munandi størri vinning fyri hvørja kostnaðakrónu enn Føroya Sparikassi.
Tey hørðu tølini hjá Føroya Banka siga okkum so mikið, at tað gongur rættiliga væl hjá bankanum.Úrslitið gjørdist eitt avlop áljóðandi 93 mói áðrenn skatt. Ùrslitið eftir skatt var knappar 74 mío, og er hetta eitt lítið sindur minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tað skal í hesum sambandi eisin viðmerkjast, at Føroya Banki í ár skal gjalda 19 míó í skatti, harafturímóti vórðu einans goldnar 10 mío fyri sama tíðarskeið í fjør. Orsøkin til hetta er, sambært Jørn Astrup Hansen, innviklaðu skattareglarnir, sum gera, at tað okkurt árið skal gjaldast munandi meira í skatti enn hini árini.
Av ørðum lyklatølum kann nevnast, at Føroya Banki fyri fyrstu ferð síðani 1995 kann vísa á ein góðan roknskap, har størtsti parturin av úrslitinum ikki stavar frá afturgoldnum burturleggingum. Hetta fegnast stjórin serliga yvir.
Meira fyri hvørja krónu
Í roknskapinum fyri 1. hálvár í ár vísir bankin eisini á, at vinningurin fyri hvørja kostnaðarkrónu er 2,66. Hetta hevur Føroya Banki eisini valt at gera nógv burturúr. Vinningurin fyri hvørja kostnaðarkrónu vísir heilt einfalt til, at fyri hvørja útreiðslugoldna krónu fær 2,66 kr. aftur.
Sambært Jørn Astrup Hansen, so er tað á hesum økinum, at bankin stendur sterkari enn kappingarneytarnir yviri við Strond.
Úrslitið av vanliga rakstrinum hjá Føroya Banka var 92 áðrenn skatt. Tað, sum ger, at Føroya Banki vísir á eitt yvirskot áljóðandi 93mió kr. er, at dótturfelagið Trygd eisni kundi vísa á eitt positivt úrsliti fyri fyrra hálvár í ár.
Færri starvsfólk
Hóast flestu arbeiðsgevarar stríðast við øktar lønarútreiðslur, so kann Føroya Banki á hesum økinum borðreiða við einari smá lækking. Sambært Jørn Astrup Hansen, so skyldast hetta, at teir nú hava færri starvsfólk enn áður.
Samlaðu ognirnar hjá Føroya Banka eru eisini voksnar við prosentum til 5,2 mia. Kr.
Jørn Astrup Hansen væntar at positiva gongdin hjá bankanum fer at halda fram restina av árinum.