Føroya Bjór renning á norðoyastevnu fyri 20. ferð

20. árið á rað skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini í miðbýnum í Klaksvík

 

Í morgin norðoyastevnuaftansdag klokkan 11 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 20. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

 

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

 

Orsakað av vegarbeiði við Skúlavegin, sum tískil er stongdur, verður runnið øðrvísi í ár, men kortini nøkunlunda somu teinar. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt, tvey og trý umfør. Tey vaksnu renna knapt trý umfør á 1,7 km, tilsamans 5 km á rutu, sum er  uppmátað og góðkend. Starturin er við Akursmørk, niðan til Oyravegin, oman til “Húkin”, niðan til Bøgøtu og omaneftir til rundkoyringina og til Telebúðina har málið er. Hjá øllum børnum verður startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina, skrivar Treysti í tíðindaskrivi.

 

Skráin fyri rennikappingina á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1971-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1961-1970) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1960 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2009 ella seinni) – ca. 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2006-2008) – ca. 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2003-2005) – ca. 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1999-2002) – ca. 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

 

(Savnsmynd: Treysti)