Føroya Filatelistfelag 70 ár

Sunnudagin 28. mai eru 70 ár liðin síðan felagið fyri føroyskar frímerkjasamlarar, Føroya Filatelistfelag, varð stovnað í 1936


Teir sum stovnaðu felagið vóru: Petur S. Johannesen, Ingvard Jacobsen, Ole Breckmann, Jacob Jacobsen, Th. Pauli Christiansen og Eivin Isholm.
 
Tá vóru sjálvandi eingi føroysk frímerkir at samla uppá. Hetta var 39 ár áðrenn føroysk frímerkir á fyrsta sinni sóu dagsins ljós.
 
Í sambandi við at Føroya Filatelistfelag er vorðið 70 ár, er ætlanin at gera meira við at upplýsa um, hvussu spennandi tað kann vera at samla upp á frímerkir, sigur Álvur Danielsen, formaður í felagnum, sum heldur at søguliga bakgrundin hjá frímerkjunum ofta er sera áhugaverd
 
Sjálvan føðingardagin halda limirnir í Føroya Filatilistfelag við at fara út og fáa sær ein góðan bita saman. Nevndin í Føroya Filatelistfelag í dag sær soleiðis út: Álvur Danielsen, formaður, Gunnar Lützen, næstformaður, og Hendrik Rubeksen, kassameistari og skrivari.