KÍ er varpað úr Europa í nógvum hita í Ungarn

Tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at tað verður Neuman úr Hvítarusslandi og ikki KÍ, sum fær spanska mótstøðu

Restin av hesum kappingarárinum hjá KÍ fer nú at snúgva seg um at vinna FM og at vinna steypafinaluna.

 

Tað er greitt, eftir at KÍ í kvøld í Ungarn tapti ímóti Neuman úr Hvítarusslandi.

 

Neuman vann í kvøld 2-0. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at tvey mál eru farin ígjøgnum hjá KÍ í Europa.

 

 So stóð á jøvnum 2-2, og tí var neyðugt við longdari leiktíð.

 

Einki mál varð skorað í longdu leiktíðini, og so var neyðugt við longdari lektíð. Í longdu leiktíðini varð einki mál varð skorað, og tá ið innskifti Mads Bo Mikkelsen hevði sæð reyða kortið snúði tað seg um hjá KÍ at verja og fáa møguleikan í brotssparkskapping. Tað eyndaðist, men í brotssparkskappingini vann heimaliðið. Neuman umsetti øll fimm brotsspørkini til mál, meðan KÍ misnýtti eitt brotsspark. Tað var, tá ið Patrik Johannesen sendi næsta brotssprki við síðuna av málinum.

 

Tað vóru yvir 30 hitastig í Szeged í Ungarn, og tað órógvaði klaksvíkingarnar, sum stríddust ímóti rættiliga ágangandi mótstøðuliði.

 

Kortini eydnaðist tað KÍ at halda tørn um málleysa javnleikin, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá var innskifti Daniel Johansen óheppin í sambandi við afturlegging og so var 1-0. Tað gav heimaliðnum av álvara blóðá tonna, og fýra minuttir seinni øktu teir um munin til 2-0, tá ið bólturin tók í ein av KÍ spælarunum og snýtti Sebastian Linnet John í málinum.

 

Í longdu leiktíðini var trýstið fyri tað mesta ímóti KÍ málinum, men tað eydnaðist tó at halda tørn, og so varð alt avgjørt í brotssparkskapping.

 

Hjá KÍ var tað smeitur, at Odmar Færø longu eftir tíggju minuttir noyddist skaddur av vøllinum. Í seinna hálvleiki fóru fleiri lyklaspælarar av vøllinum, tí teir vóru so troyttir.

 

Næsta uppgávan hjá KÍ verður mánakvøldið, tá ið mótstøðuliðið verður B36í Gundadali.

 

 

 

Neuman – KÍ 2-0 (0-0) 2-0 eftir longda leiktíð 5-4 í brotssparkskapping

 

1-0: Gulzhigit Borubaev 80.

 

2-0: Yuri Pantya 84.

 

Brotssparkskapping

 

0-1: Árni Frederiksberg

 

1-1: Yegor Parkhomenko

 

1-1: Patrik Johannesen – við síðuna av

 

2-1: Yuri Klochkov

 

2-2: Jákup B. Andreasen

 

3-2: Yegor Zubovich

 

3-3: Daniel Johansen

 

4-3: Maksim Kravtsov

 

4-4: Gilli Rólantsson Sørensen

 

5-4: Valon Ahmedi

 

Dómari úr Skotlandi: Donald Robertson

 

Neuman úr Hvítarusslani er samantaldur vinnari við málmuninum 7-6

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Jóannes K. Danielsen (Claes Philip Kronberg, 106.), Odmar Færø (Gilli Rólantsson Sørensen, 11.), Deni Pavlovic (Martin Gonzalez, 106.), Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen (Dávid B. Andreasen, 81.) – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (Daniel Johansen, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Mads Bo Mikkelsen, 81.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mark F. Jensen, Robert Williams, Jonn Johannesen, Filip Brattbakk, Páll Müller, Ahmed Latif,

 

Gult kort: Gilli Rólantsson Sørensen, Mads Bo Mikkelsen, Patrik Johannesen

 

Reytt kort: Mads Bo Mikkelsen 112.

 

Venjari: Magnus Powell