Føroya Filatelistfelag er eitt virkið felag. Vanliga eru fimm limafundir um várið og fimm um heystið. Felagið er virknast í vetrarhálvuni og vanliga er fyrsti fundurin um heystið sama dag sum Postverk Føroya gevur út nýggj frímerki, - tað verður sostatt mánakvøldið 14. september kl. 20.
Felagið hevur í nógv ár havt fundir sínar í hølum Havnar Handverkarafelags og so verður eisini í ár, í Tróndargøtu 16 í Havn.
Teir dagarnar Postverk Føroya gevur út frímerki er eisini vanligt at hava ein kaffifund seinnapart kl. 15 á Frímerkjadeildini og fáa eitt prát við fólkini á Frímerkjadeildini og kanska fáa ymiskt at vita.
Í heyst er ætlanin, at eitt fundarkvøld skal snúgva seg um postbátarnar Ruth og Smiril, sum báðir eitt skifti hava havt serlig poststempul og postavgreiðslu umborð. Suni Winther fer at greiða frá hesum.
Gamalt felag
Føroya Filatelistfelag varð stovnað í 1936 og er sostatt eitt gamalt felag. Tað er ógvuliga ymiskt, hvat filatelistar hava størstan áhuga fyri. Tað eru ymiskir mátar at savna frímerki. Tað kann vera frímerkini sjálv, brævbjálvarnir, stemplini, okkurt serligt land, eitt ávíst tíðarskeið, o.s.fr.
Felagið hevur eisini eina ungdómsdeild, har børn og ung møtast á Margarinfabrikkini. Næsti fundurin verður sunnudagin 20. september.
Tað eru nógv sum onkusvegna savna frímerki, ella hava savnað, og kanska ikki rættiliga vita, hvussu tey skulu koma víðari ella fáa skil á. Eisini tey eru vælkomin í felagið.
Ólavsøkuframsýningin
Størsta tiltakið hjá felagnum er framsýningin á Ólavsøku. Í ár varð framsýningin í Gamla Meiarínum og sambært grein í blaðnum hjá felagnum eydnaðist tiltakið væl. Tað var alla tíðina fólk inni, við hvørt fult hús, og í alt vóru eini 400 fólk inni á gólvinum. Umframt framsýningina av sjálvum frímerkjunum hevði ein áhugabólkur hjá postsavninum skipað fyri eini postsøguligari framsýning, har m.a. seks postmenn vórðu útstillaðir í fullum búna. Tveir í reyða búnanum, sum varð brúktur, tá ið postverkið var partur av Post- og telegrafvæsenet. Tveir búnar av teimum fyrstu hjá Postverkinum - og eisini tveir av teimum allarnýggjastu búnunum, sum Postverkið nú er farið at brúka. Haraftrat vórðu ymiskar gamlar vektir, skjøl og umstillingarborð. Serliga hesin parturin av framsýningini hevði áhuga hjá teimum yngstu vitjandi.
Á fundinum komandi verður ein eftirmeting gjørd av framsýningini. Millum annað verður spurningurin reistur, um framsýningin átti at verið fyriskipað til dømis í heystfrítíðini ella í páskavikuni. Tí fyriskipararnir kunnu skriva sær aftan fyri oyrað, at ov fáir limir vóru at síggja í hølunum. Ein orsøk kann sjálvandi vera, at ov mikið er at fara til á Ólavsøku.
Á Norðurlendsku frímerkjaframsýningini NORDIA 98, sum verður í Odense í døgunum 16.-18. oktober verður Føroya Filatelistfelag væl umboðað. Tríggir limir felagsins fara at sýna fram frímerkjasøvn síni. Gunnar Lützen hevur eitt Føroyasavn, Vøgg Guttesen frímerkjahefti og Ingolf Nielsen eitt savn um "Ár havsins".
Skrivað bók um 2 krónu heftið
Formaður felagsins, Vøgg Guttesen, hevur skrivað eina bók um 2 krónu automatheftið. Bókin viðger hetta heftið, sum kom út samstundis sum fyrstu føroysku frímerkini komu í 1975. Bókin, sum er skrivað á donskum við einum enskum samandrátti, greiðir í uml. 20 deildum frá øllum hugsandi viðurskiftum í sambandi við 2 krónu automatheftið. Nógv nýtt kemur fram, sum hevur áhuga fyri frímerkjasavnarar og filatelistar, men stórir partar av bókini kunnu eisini lesast sum ein spennandi og upplýsandi søga uttan at einum nýtist at hava serligan forkunnleika til hetta evnið, sum høvundurin hevur kosið sær sum serøki.