Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags spæla á Summar Festivalinum í august.
Fyri 40 árum síðani kom ein tónleikabólkur undan kavi, sum var nakað heilt fyri seg. Teir eru teir orginalu orginalarnir. Teir gjørdu sínar egnu sermerktu sangir og framførdu teir við lív og sál. Og teir renna ikki undan pástandinum um, at teir eru Føroya ørasti bólkur.
Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags hava síðani 1972 staðið fyri nøkrum av teimum villastu og mest minniligu framførslunum í føroyskum tónleiki. Teir hava sungið, skríggjað, skrálað og strippað. Og nú fara teir enn einaferð á pall fyri at undirhalda einari stórari áhoyrarafjøld. Tað verður á Summar Festivalinum í august.
Tað eru nakrir landskendir mans, sum spæla við Rag Rags. Oddamaður er Ólavur Presley, sum á sín serliga hátt hevur sett dám á føroyskan tónleik. Hann er ein tann lívligasti og villasti oddamaðurin,sum hevur verið í føroyskum tónleiki.
Rudolf Joensen spælir bass, og hann er eisini kendur sum sjónleikari og fyrrverandi Gekkavertur. Hanus G. Johansen er ein av kendastu og mest virdu vísusangarum her á landi, men hann hevur eisini verið partur av villa Rag Rags bólkinum øll árini. Harafturat er trummuspælarin í bólkinum eisini blivin landskendur seinnu árini. Hann hevur verið frammi í sambandi við billard, men eftir at hann var við í sjónvarpsrøðini Fólksins Rødd kenna øll Sonnhard Johannesen. Eliesar í Pálsstovu er ein annar profilur í bólkinum sum gittarspælari og sangari. Saman við teimum spælir eisini keyboardspælarin Johannus Poulsen við í Rag Rags.
Tað er langt ímillum, at Rag Rags eru á palli. Teir vóru við á fyrsta Summar Festivalinum í 2004, og nú fara teir so aftur á festivalpallin í Klaksvík.