1872 er árið, tá ið okkara skipsfiskiskapur byrjar av álvara. Tá keypa Trappubrøðurnir í Havn sluppina Fox. Longu í 1878 er skipatalið komið uppá 12. Í 1882 er tað komið uppá 22. Men tá fer at minka aftur, og í 1890 er skipatalið komið niður á 14. Men nú fer aftur at ganga rætta vegin. Í 1892 er skipatalið komið uppá 37, og um aldamótið er tað komið uppá 80. Hetta merkir so eisini, at meira enn 1.000 mans eru við hesum skipum, so talan er um eina rættuliga vinnuliga kollvelting, har fiskivinnan gerst tann týdningarmesta vinnan í landinum. Longu í 1907 eru 140 skip, mest sluppir.
Hetta merkir eisini, at spurningurin tekur seg upp um felagsskapir á økinum. Í fyrsta umfari verður Færøernes Skipperforening stovnað 4. januar 1896.
Hetta felag legði í fyrsta umfari ikki dent á at fáa lønarsáttmála. Skipararnir vóru longu tá hampiliga væl tryggaðir við tí parti av veiðuni, sum teir fingu. Høvuðsmálið var at virka til frama fyri fiski- og sjóvinnu.
Tað næsta, sum hendir á økinum, er, at Føroya Reiðarafelag verður stovnað. Hetta var mótsatt øðrum londum, har fakfeløgini við lønarkrøvum komu fyrst og síðani arbeiðsgevarafeløgini.
Ein trupulleiki hjá reiðarum var, at teir høvdu serstakar sáttmálar við hvørja manning. Hetta kundi skapa trupulleikar, tá ið hesir sáttmálar vóru ymiskir. Tí var fyrsta endamálið hjá reiðarafelagnum at hava eins sáttmálar fyri manningina og eins lønarviðurskifti fyri skipararnar.
Tískil var á reiðarafelagsfundi á Tvøroyri 4. desember 1909 samtyktur ein sáttmáli, sum reiðararnir skuldu halda seg til.
Hetta var ein merkiliga nógv útgeinaður sáttmáli í 13 punktum. Hesin sáttmáli kann sigast at vera grundarlagið fyri tí sáttmála, sum enn er fyri fiskimenn. Fiskimenn fáa part av veiðuvirðinum, og tí hava teir og reiðarar tað felags áhugamál at fáa sum mest burtur úr veiðuni. Høvuðsinnihaldið í sáttmálanum var, at manningin átti 1/3 av søluvirðinum og reiðarin 2/3. Av sínum parti skuldi reiðarin tó rinda løn til skiparan, vanliga 10%, løn til kokkin og eykapart til bestamenninar.
Hóast sáttmálin tyktist at vera hampiliga greiður, so vóru tó ásetingar, sum vóru ymiskt fataðar, og hetta skapti ónøgd millum fiskimenn.
Ein av hesum ásetingum var, at manningin skuldi bera sín triðjapart av “alle slags Udgifter til Anskaffelse af Agn og dets Opbevarelse om Bord.” Henda orðing vísti seg at vera sera rúmsátt og varð ymiskt uppfatað. Summir reiðarar lótu hetta vera uppfylt við keyp av sild til agn og ísi at goyma hana í. Aðrir tóku umframt fyri ískassar, frystipannur, lóður, ja enntá fyri teir bátar, sum vóru nýttir til at skjóta ritu til agn.
Fiskimenn vóru í slíkum førum illa nøgdir við avrokningina. Tað nyttaði ikki nógv hjá hvørjum einstøkum at gera nakað við hetta. Hetta gav hugskotið til ein felagsskap fyri fiskimenn, sum kundi vera mótpartur til reiðarafelagið.
Fiskimannafelag verður eisini stovnað
Tað var í desember 1910, at fiskimenn í Gøtu tóku fyrsta stigið til stovnan av einum fiskimannafelag. Tá sendu teir bræv út til fiskimenn í øllum bygdum í Føroyum við áheitan um at virka fyri einum slíkum felag.
Úrslitið av hesum brævi var, at síðst í februar 1911 høvdu 24 sóknir boðað frá, at tær høvdu valt sendimenn til at møta á felagsfundi í Havn 1. mars.
Henda dagin møttu 45 sendimenn í avhaldshúsinum í Havn. Á hesum fundi varð vald ein bráðfeingisnevnd, sum aftur helt fund tann 6. og 7. juni, og nú varð uppskot gjørt um eina felagslóg. Og á fjølmentum fundi í avhaldshúsinum tann 14. november 1911 varð felagið endaliga sett á stovn.
Fyrsti formaður gjørdist Símun Pauli úr Kunoy, sum var lærari í Gøtu, og sum hevði lagt gøtumonnum lag á, tá teir sendu brævið út.
Tann 12. januar 1912 kom stjórn felagsins saman til fundar fyri fyrstu ferð. Á hesum fundi varð Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) valdur til skrivara, eitt starv sum hann hevði fram til 1947. Á hesum fundi, sum vardi í 2 dagar, varð lagt grundarlag fyri tí samráðingarfundi, sum ætlaður var at vera við Reiðarafelagið tann 25. januar.
Um hesar samráðingar sigur Rasmus Rasmussen í 25 ára riti felagsins:
Samráðingin kom í lag, og reiðarafelagið setti eina nevnd til at samráðast við formann fiskimannafelagsins um kontraktina fyri 1912. Til tann dag høvdu útgerðarmenninir í Føroyum einsamallir ásett kontraktini; nú kravdu fiskimenninir at koma við upp í leikin. Tað var nokk ikki frítt fyri, at summir av teimum eldru útgerðarmonnunum hildu hetta vera burtur av allari góðari leið. Ikki varð hildið nógv um, ar fiskimenninir høvdu sett ein lærara til álitismann teirra, ein mann, sum slætt ikki var fiskimaður ella sjómaður. Men hann var førur fyri at orðføra seg á ein sámuligan og so miðvísan hátt, at hann var ikki lættur at benda í orðadrátti. Teir flestu innanfyri reiðarafelagið sóu tó væl, at hetta mátti verða leiðin og lagið í framtíðini, og soleiðis komu samráðingarnar í lag á sakligari grund.
Fyrsti lønarsáttmáli í Føroyum
Ikki var tilætlað at vinna fram í stórum stigum hjá F.F.; men tað vóru tó ávís punkt, sum felagsformaður fiskimannafelagsins setti sær fyri at fáa broytt. Tað ráddi fyri honum minni um hvussu stórar ella smáar broytingar í fyrstu atløgu vóru, bert tað kundi eydnast at vika tí gamla úr stað. Og í royndum vóru broytingarnar ikki stórar, men seinni tíðir hava prógvað, hvussu gott hegni S.P. úr Kunoy hevði til júst at seta meitilin á, har tað kom at muna í longdini.
Sáttmálin varð undirskrivaður í Havn 27. og 28. januar 1912. Fyri reiðarafelagið skrivaði formaðurin Søren E. Müller undir. Hetta er so vítt vit vita fyrsti lønarsáttmáli, sum er gjørdur í Føroyum millum feløg.
Tann mest umfatandi broytingin var í reglunum fyri frábýti. Hetta er reglan sum gevur fiskimonnum rætt til at ráða yvir sínum egna parti sum at selja hann til aðrar, sum kunnu geva hægri prís. Hesin rættur var staðfestur í sáttmálanum fyri 1908. Bert tað at reiðarar sjálvkravdir hava sett hesa reglu í sáttmálan, sigur at teir hava ikki vera smáligir.
Umstøðurnar, áðrenn FF var stovnað
Teir, sum fyrst og fremst løgdu lunnar undir FF, vóru Símun Pauli úr Kunoy og Rasmus Rasmussen. Teir fingu í lag blaðútgávu, og felagið gav í 8 ár út vikublaðið FF-blað føroyska fiskimanna. Hetta var ikki lítið avrik, tá hugsað verður um prentmøguleikarnar tá. Hetta blað verður viðurkent fyri at hava havt stóran týdning fyri fiskimannafelagið, men kortini gavst felagið við hesi útgávu, tí tað eydnaðist at skapa illvild millum fiskimenn móti blaðnum.
Í 1920 greiðir Símun P. úr Kunoy frá gongdini og umstøðunum, tá ið felagið varð sett á stovn. Undir yvirskriftini: ”Kan den færøske Fisker undvære at være organiseret?” verður sagt:
”Den, som i Begyndelsen af Aarhundredet lagde Mærke til, hvorledes den færøske Skibsfisker var stillet med Hensyn til Kontraktafslutning overfor sin Reder, maatte uvilkaarlig spørge sig selv: Kan man med god Samvittighed lade den Slags passere uden at gøre Forsøg paa at faa det ændret? En Flok Mennesker kommer tilfældigt sammen paa et Kontor og en Sysselmand eller Kontorist oplæser noget for disse mennesker i et fremmed Sprog, og bagefter har de saa Vilkaaret: enten at skrive under eller at lade være med at tage paa Fiskeri. Hvad kunde disse Mennesker i en saadan Situation gøre for at ændre en Tøddel i Kontrakten, den Kontrakt, som bandt dem for et Aar til et farefuldt og besværligt Arbejde, men som kun gav dem et usselt Udbytte. Det hjalp ikke stort, om de vekslede Ord med Kontormanden, som maaske ikke den Gang fandt det formaalstjenligt at fraternisere med Fiskerne. Og hvordan var saa Kontrakten? Paa saa godt som alle Punkter var den saadan lavet, at Fiskernes saakaldte Tredjedel havde Fradrag her og Fradrag der. Snart skulde der betales for Sild, Iskasse, Bøsser, Ammunition o.s.v. foruden alt muligt andet ved Salg af Fangst.
Mistonktu tann mest erliga reiðaran
Følgen af den hele Ordning var, at der bredte sig en grænseløs Mistænksomhed mellem Fiskerne, saa de mistænkte den mest reelle Reder, en kan tænke sig, som den, der godt kan lade fem være lige. Fiskeren stod faktisk hjælpeløs. Han kunde ikke med Sikkerhed sige, om han blev snydt eller ikke; han vidste kun en Ting, at hvor meget han sled og slæbte, rig blev han ikke. Og det allerværste af det hele var, at man kunde mærke, at det bar derhen, at enkelte søgte at være Venner med Arbejdsgiveren for at opnaa noget for sig, saa at det saa ud til, at den før saa ranke færøske Fisker begyndte at blive lidt duknakket.
Under disse lidet lystelige Forhold var det, at Føroya Fiskimannafelag blev stiftet. Modstand mødte det, Haan og Spot maatte det døje, men det blev stiftet og det var Hovedsagen. Den Organisation, som burde have virket i Slutningen af forrige Aarhundrede, blev først til Virkelighed i 1911. Og anderledes, ret beset, kunde det vel ikke være! Et Folk, som har haft usle Skoler, hvor Almensansen har været sløvet, hvor kun de rige og Embedsmændene har styret, der skal man ikke forvente at finde den tanke at være fremherskende, at det gælder om at staa sammen. Men saa fortvivlet var Situationen bleven, at den Gang Fiskere i Gøte sammen med mig udsendte indbydelse til at danne en Forening af Fiskere, viste det sig, at store Dele af Fiskere ikke var med paa Tanken. Mon nogen Fisker nu bagefter fortryder, at F.F. har eksisteret?
Ret beset, hvad har F.F. haft at betyde for Skibsfiskeren? Det har først lært ham at kende Sammenslutningens Magt og lært ham at forstaa, at man har ikke alene Pligter overfor sig selv, men ogsaa overfor sin Arbejdskammerat. Det har lært ham, at hvad der saa ganske haabløst ud for den enkelte, da han stod inde paa Paamønstringskontoret, at faa Kontrakten forbedret, det lod sig gøre, da Fiskeren stod organiseret og havde valgt sin Bestyrelse og Formand. Overfor den organiserede Fisker kunde man ikke hjælpe sig med en lunefuld Bemærkning og et haanligt Blik. Her stod man overfor en Magt, som ikke saadan uden videre lod sig afvise. Og denne Magt, Sammenslutningens Magt, har været Fiskeren til stor økonomisk Nytte. Mon ikke mangen en Fisker har stillet sig det Spørgsmaal: ”Hvorledes vilde Kontrakten have været, hvis F.F. ikke havde eksisteret?” Og det kan være ganske interessant at anstille Betragtninger desangaaende og det særligt af den, som aarevis har haft med de Spørgsmaal at gøre, og som vidende om, at Rederiforeningen har haft Forslag fremme om, at lade Fiskeren fiske for 20 pct. af Fangsten. Hvorledes det vilde have set ud i mangt et Fiskerhjem i Krigsaarene, hvis F.F. ikke havde varetaget hans Interesser, kan man nok gøre sig en Forestilling om, - thi der er ingenlunde blot Tusinder af Kroner, men Millioner af Kroner Fiskeren har vundet ved sin Sammenslutning.
Samráðingar og verkfall
Fyrst í januar 1913 var vandi fyri verkfalli, men semja gjørdist kortini, og nýggi sáttmálin var galdandi í trý ár.
Á heysti 1917 vóru aftur samráðingar við fiskimannafelagið. Men nú var nógv broytt, tí hetta var undir fyrra heimsbardaga, tá umstøðurnar vóru sera truplar.
Reiðarafelagið boðaði frá, at tað ikki kundi ganga undir sama sáttmála. Teirra uppskot var, at manningin skuldi luttaka í útreiðslunum av salti og fiskireiðskapi. Hetta uppskot sendir FF út til limirnar, og teir siga so korta nei. Føroya Reiðarafelag royndi so við uppskoti um lækking av býtisprosentinum úr einum triðingi niður í 25%. Hetta uppskot fór út til atkvøðugreiðslu millum fiskimenn, sum aftur vrakaðu eini og hvørji lækking í býtisprosentinum.
Komið var út í januar 1918 og støðan var fastløst. Tá verður ein nýggj samráðingarroynd gjørd.
Hetta endaði við óbroyttum prosenti til fiskimenn. Men afturfyri máttu fiskimenn góðkenna ein fastan prís fyri fiskin, sum var 50 oy/kg fyri stóran fisk og minni fyri tann smærra.
Hetta merkti, at tann “reini triðingurin” var bjargaður, men frábýtisrætturin varð niðurlagdur fyri eitt ár.
Fiskimenn norðanfjørðs góðkendu hesa semju, men tað gjørdu fiskimenn í Suðuroy ikki. Teir kallaðu hendan fasta prísin fyri “trælabandið”, og fóru við stjórnarliminum í Suðuroy Rasmus Siirsjold á odda í verkfall.
Tískil vórðu suðuroyaskipini løgd. Hetta var jú ein stórur partur av flotanum.
Tá tók Rasmus Siirsjold til tey sjáldsomu ráð at senda boð til amtmannin og biðja hann um at koma til steðar at greiða fløkjuna.
Seinasta avrikið hjá Rytter
Amtmaðurin var Svenning Rytter, sum annars hevur fingið ringt orð á sær í Føroyum. Men hann var longu tá farin at senda sjóvinnumál til feløgini til ummælis. Hetta sigur, at hann eisini hevur havt dygdir og verið framskygdur.
Rytter vendir sær til formann FFs S. P. úr Konoy, og hetta endar við, at Beskytteren 7. mars 1918 stevnir til Suðuroyar við stjórn FFs, stjórn skiparafelagsins, formaður tá var Grias Johannesen, og reiðarum norðanfjørðs umborð.
Samráðingarnar byrjaðu við, at hvør parturin hevði fund fyri seg, seinni komu øll á ein felagsfund.
Her var nógv tosað aftur og fram. Umboð fyri FF fóru útum at tosa við fiskimenn, sum nógvir vóru av, 300 í tali, í bygdini. Fiskimenn vildu hava enda á verkfallinum, men fastan prís vildu teir ikki vita av.
Nú byrjaðu samráðingar rættuliga við amtmanninum sum semingsmanni. Í umbúna á ríkisdegi var tá eitt uppskot um at lata studning til at minka um tann ovurstóra saltprísin.
Hetta kom eisini inn í samráðingarnar. Sagt varð amtmanninum til rós, at hann legði sær eina við at koma á mál við einum sáttmála, og hann var loyalur móti øllum pørtum.
Hetta endaði við eini avtalu í fýra punktum:
1. Frítt val millum sáttmálan frá 27 januar við 1/3 til mannngina við føstum prísi ella 27% av veiðuni við frábýtisrætti og fríum sølurætti.
2. Saltstudningurin (um hann kemur) fer til fiskimenninar.
3. Gevur skipið undirskot verður saltstudningurin býttur millum partarnar.
4. Ein sáttmálanevnd verður sett at avgera ivamálini.
Ein útrokning vísti, at fiskimenn máttu fáa 62 oyru fyri kg av saltfiski, um teir skuldu standa seg við at taka 27% heldur enn 33 1/3% og fastan prís.
Hóast tað ikki sá gott út fyri saltfiskaprísinum tá, valdu allir fiskimenn tey 27%. Hetta loysti seg eisini, tí prísurin fyri árið gjørdist 72 oy/kg.
Umrødda saltlóg kom ongantíð í gildi, men gjørdi tó sína nyttu í júst hesi støðuni at mýkja partarnar.
Beint aftaná løgdu amtmaðurin, fútin og sorinskrivarin frá sær sum mótmæli móti hansara stuðul til Edvard Mitens á fólkatingsvalinum, sum var um hesa tíðina.
Reiðari semingsmaður
Hetta var fyrsta stóra verkfallið millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið. Í fyrsta umfari hevði úrslitið verið positivt. Men stóri trupulleikin var fyri fiskimenn, at teirra partur var farin frá einum triðingi niður í 27%. Tað kundi vera tungt at fáa hetta upp aftur.
Tað vísti seg eisini. Tá samráðst var um sáttmálan á heysti 1918 um sáttmálan fyri 1919 vildu reiðarar ikki hoyra talan um annan sáttmála enn tann við 27%, meðan fiskimenn tvíhildu um tann triðing, sum hevði verið.
Aftaná nýggjár slakaðu reiðarar kortini til 30%, men avgjørt ikki meira enn tað. Í januar 1919 gera FF og Skiparafelagið eina samstarvsavtalu fyri at styrkja seg til tað stríð, sum nú aftur stóð fyri framman.
Tá tekur nýggi amtmaðurin Stahlsmith tað stig at fáa Valdemar Lützen til semingsmann. Hetta kann tykjast løgið, tí Valdemar var reiðari og ein tann størsti arbeiðsgevarin í Havn. Men hann var kendur fyri at vera ein heiðursmaður út í odd og egg. Partarnir møtast 8. februar 1919 kl. 9 á kvøldi. Hesin fundur endar morgunin eftir kl 6, men tá var reinur triðingur eisini vunnin aftur til fiskimenn.
Nú var so friður fram til 1929. Í 1927 høvdu so nógv skip fingið motor, at avtalað varð løn til motorpassara frá 80 til 150 kr. um mánaðin eftir støddini á motorinum.
Í 1929 hildu fiskimenn, at parturin hjá teimum skuldi fara upp á 35%. Hetta søgdu reiðarar nei til. Í 1928 var komin nýggj semingslóg, og semingsmaður var Hans Olaf Hansen, sonur Hansinu og Tummas í Fjósi.
Teir fundaðust fyrst í 3 dagar frá 15. Februar 1929 uttan at fáa semju. Men 28. februar tóku amtmaðurin og løgtingsformaðurin sær fyri at fáa partarnar saman. Tá eydnaðist at fáa 35%, men sáttmálin kom at galda í trý ár eftir kravi frá reiðarafelagnum.
Fiskimannafelagið klovnar
Nú var friður á sáttmálaøkinum fram til 1934. Nú var heimskreppa og hon sveið hjá báðum pørtum. Reiðarafelagið vildi ikki vita av øðrum sáttmála enn tí frá 1933.
Eitt høvuðsmál var, at fiskimenn vildu hava loyvi til at sigla við “sínum” skipi til aðra havn at landa sín part av fiskinum, tá ið teir býttu frá.
Hesum vístu reiðarar aftur, og tá gjørdist verkfall, sum vardi í tríggjar vikur. Tá varð samtykt eitt semingsuppskot, sum ikki gav fiskimonnum nakað á hesum økinum, men nakrar aðrar batar.
Hetta skapti klovning í fiskimannafelagið. Fiskimenn norðanfjørðs góðtóku semingina, men ikki teir í Suðuroy. Úrslitið gjørdist Suðuroya Fiskimannafelag, og ikki rann saman aftur millum feløgini fyrr enn í 1957.
Hetta er so ein samandráttur av søguna hjá Reiðarafelagnum fyrstu um 25 árini.
- Ynskt verður tillukku við teimum 100 árunum.
-----------------------------------
Rederiforening
Grein í Dimmalætting 18. desember 1908 um stovanina av reiðarafelagnum
Hvad vilde det ikke sige for Færøernes Befolkning om Kutterfiskeriet hvortil al Øernes materielle udvikling i de seneste Aar er knyttet ikke ville kunde staa længer? Det vilde blive et Tordenbrag for størstedelen af Befolkningen og betyde Ruin og økonomisk Afhængighed for mange her paa Øerne. I den seneste Tid har udsigterne været mørke for Kutterfiskeriet. Man ser at det ene Fiskerskib efter det andet udbydes til Salg, fordi det ikke kan bære sig. Nogle rederier har set sig nødsaget til at lade Skibene ligge hele Aaret for ikke at komme længere ned i Gæld. Og i den senere tid har man hørt fra flere Redere, at de hellere ville lade Skibene fortøje end fortsætte, saaledes som Tilstanden er nu.
De daarlige Pengeforhold, som i de sidste Aar har hæmmet Forretningslivet saa at sige Verden over, har ogsaa forplantet sig hertil og rammer selvfølgelig enhver større Bedrift paa Øerne stærkest, og ville hvis ikke hele vor økonomiske Stilling var bygget paa solid Grund, have medført adskillige Falitter.
Men det var klart for de fleste, at noget maatte der gøres for at Kutterfiskeriet kunde fremmes og fortsættes. Dygtige Mænd sammenkaldte derfor alle Redere paa Øerne til et Fællesmøde. Og der mødte mange, saaledes at alle vore Rederier var repræsenteret. Mødet afholdtes her i Byen og varede flere Dage. Der var enighed tilstede blandt alle Deltagerne, og blandt Mødets vigtigste Bestemmelser skal anføres nogle.
Rederiforeningens Medlemmer forpligter sig til at efterkomme Foreningens Love og de Vedtægter, som maatte blive gjort for foreningen.
Brud paa Lovene medfører Erstatningsbøder paa 1.000 kr.
Gennem disse Bestemmelser har de færøske rederier tilsagt hinanden den fornødne Støtte for at Kutterfiskeriet kan blive fremmet.
Alle i Foreningen værende redere forpligter sig til at holde ensartede Forhyringsregler. Dette er en af de allervigtigste Bestemmelser, thi de hidtil uensartede Forhyringsregler har virket stærkt demoraliserende paa Fiskerne og skabt fuldstændig usikre Forhold med hørende til at skaffe Mandskab ombord i Skibene. En Skibsfører kan f.Eks. om Vinteren have faaet Løfte fra 15 Mand, at de vil med ham paa Fiskeri til Foraaret, og naar det kommer til Stykket, kan han kun faa de 5, fordi andre Skibsførere ved at byde 20-60 Kr udover Fiskeparten har fristet de 10 til at bryde deres Ord. Dette Uvæsen, der har demoraliseret vore Forhold, vil nu være afskaffet, ved at der fastsættes ensartede Forhyringsregler overalt i Skibene. Fiskernes Lønning vil forblive uforandret.
Rederiforeningen har valgt en Bestyrelse, bestaaende af følgende Herrer:
For Suderø:
Sysselmand Carl Nortensen
Købmand Jacob Dahl
For Strømø:
Skibsreder (Søren) E. Müller
Sofus Evensen
For Vaagø:
Købmand Rasmus Niclasen
For Østerø:
Købmand S. P. Petersen
For Norderøerne:
Købmand J. C. Djurhuus
Der er mange Forhold endnu i Fiskeriet og ombord i Slupperne, som stærkt trænger til Forbedring. Men alt kan ikke komme paa engang. Vi hilser det nylig udrettede arbejde som et af de første Skridt til at værge om Færingernes vigtigste Næringsvej, og vi haaber at Skipperforeningen vil tænke paa gode Reformer ombord i selve Slupperne.
-----------------------------
Tá ið tað var fínt at vera limur í reiðarafelagnum
Tað finst ein stuttlig frásøgn um hvussu “fínt” tað var at vera limur í reiðarafelagnum í skaldsøguni “Drømme der brast” eftir Richard B. Thomsen. Hann visti eisini hvat hann skrivaði um, tí hann var sjálvur reiðari og abbasonur tann fyrsta Tummas F. Thomsen á Tvøroyri.
Søgan snýr seg um tveir grannar í bygdini Riddarhøfn Óli og Viljálmur. Óli var sera jarðbundin, meðan Viljálmur var meira háfloygdur. Hann droymdu um at fáa handil, og tað fekk hann eisini. Handilin gekk væl, og hetta gjørdi Óla sjúkan av øvundsjúku. Ikki minst østi tað hann at síggju Viljálm ganga í svartaskóm, sum var eitt eyðkenni fyri teir “fínu.”
Tí vildi Óli gerast reiðari. Eina ferð frættir hann um eina slupp, Oklahoma, sum er til sølu í Aberdeen.
Hann fer til Aberdeen við øllum sínum pengum vekslaðar til 300 pund. Hesi peninganøgd reypar hann yvirfyri tí, sum vil selja sluppina. Og hesin setir prísin til júst 300 pund, hóast Óli kundi sloppið minst 100 pund bíligari.
Men nú var Óli blivin reiðari og kundi meta seg sum størri mann enn Viljálmur, sum “bert” var handilsmaður. Og hann kundi enntá gerast limur í reiðarafelagnum. Um hetta sigur skaldsøgan:
Fundir í reiðarafelagnum í flippu og svartaskóm
Kort tid derefter begyndte de sædvanlige generalforsamlinger, hvor rederne drøftede forholdene indbyrdes og for øvrigt fik tiden til at gaa med at prøve på at klemme sjælen ud af livet på fiskerne og skipperne.
Man så det særsyn, at Ole í Upplandi mødte op i Tórshavn med flip om halsen og de tidligere forhadte fjedersko på benene. Ingen af disse af menneskehedens standardiserede symboler på kultur og økonomisk position huede dog Ole. Flippen var ved at kvæle ham, og skoene klemte som bare fanden; men det gik altså ikke an at møde til generalforsamling med lange, rummelige gummistøvler på benene.
Ole sukkede mangt suk og måtte erkende, at her i verden er intet fuldkomment. Sandt at sige, så havde han lige så gerne stået en hel hundevagt fremme ved klyverbommen i snesjap, end at sidde her og pines i de danske futteraler, men han bar dog lidelserne med fatning og tapperhed, så længe de stod på. Hævnens søde drik ventede ham jo hjemme i Ridderhøfn.
Dér måtte Vilhjálmur nemlig sidde og kukkelure. Han var ikke værdig til at komme med blandt rederne, der sad sammen i ugevis og gjorde ihærdige forsøg på at skære fiskernes andel af fangsten fra en trediedel til 30%. Og Ole sympatiserede fuldt ud med idéen. De mange pund han var blevet snydt for i Aberdeen, skulle helst komme ind igen i en fart.
Da Ole kom tilbage, talte han vidt og bredt og med høj røst om al den gæstfrihed og ærbødighed, der blev vist ham fra andre rederes side. Man bestilte næsten ikke andet end at sidde i dybe, bløde stole, ryge lange cigarer og nippe til whisky-sodaen, medens problemerne diskuteredes. Rederne bar på større ansvar end udenforstående anede! Der hvilede tunge byrder på redernes skuldre – det burde småmanden ikke glemme” – sagde Ole og så vist på lytterne.
Det var utroligt, hvor hurtigt Ole var faldet ind i rollen som reder. Han fik for vane at lægge hovedet lidt bagover, holde hænderne på ryggen og tale i en affejende tone, som mindede lidt om rederen Hermansson. “Vi redere er rygraden i det færøske samfund; af skibene og fiskeriproduktionen lever alle – også disse små legetøjs-købmænd, der snylter på næringslivet,” glammede han udenfor Vilhjálmurs nye butik, så alle kunne høre det.
Hjemme i Upplandsgården tordnede og dominerede hann værre en nogensinde før. Man gjorde vel i ikke at glemme, at Ole var bleven reder.
Vannlukkan: Koyrdur úr reiðarafelagnum
Men við skipinum gekk ikki væl. Skipið var eitt vánaligt keyp og tað endaði eisini við at Óli misti skipið og varð koyrdur úr reiðarafelagnum. Harvið misti hann alla sína tign. Verri kundi ikki gangast.
------------------------------
Komandi partur
Komandi Miðvika verður um eini fiskimannahjún sum í næstum hava verið gift í 65 ár