Føroya størsti skúli sýnir fram

Røða, sum Jógvan Arge helt, tá hann setti framsýningina hjá Tórshavnar kvøldskúla í Eysturskúlanum.

Jógvan Arge, formaður í menta-Málanevnd Tórshavnar býráðs
-----------

Tá páskirnar nærkast, nærkast eisini tann afturvendandi parkeringsruðulleikin í Stoffalág. Brádliga eru so nógvir bilar í gøtunum í grannalagnum, at tú skalt spíla teg út, skalt tú sleppa av við bilin her í nánd.

Hesin ruðulleikin ber okkum stoffalágfólkum boð um, at nú hevur Tórshavnar kvøldskúli sína árligu framsýning av teimum avrikum, sum næmingarnir í øllum aldri hava lagt úr hondum seinasta veturin.

Tað er ikki ofta, vit fegnast um ruðulleika, men tað gera vit í hesum førinum, tí troðkanin kring Eysturskúlan er tekin um lív í býnum, og at okkara kvøldskúli er ein livandi skúli við áhugaðum næmingum, sum ikki smæðast at leggja síni avrik fram fyri almenningin.

Nógv áhugavert
Eg eri ein av teimum, sum kann koma til gongu til framsýningina, og eg plagi at gera eitt rend yvir á hvørjum ári. Tað er altíð spennandi og ein fragd at vera til framsýningina hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.

Her er altíð nógv áhugavert at síggja og hoyra, og tað er ikki sørt, at tú á hvørjum ári fært hug til eisini at verða ein av teimum, sum nýtir møguleikan at fáa okkurt gott frá hondini á kvøldskúlanum.

Eg havi eitt nú eyguni eftir bátum og skipum, knívum og klæðum, glaslist og málningum, smúkkun og tekningum og aðrar list úr beini og horni og øðrum tilfari. Leggi eisini oyra til bæði sang og tónleik eina løtu.

Í dag ætli eg mær til dømis at fara at vita, um onkur snøggur borðbátur, sum stóð í hálvum gekki í fjør, verður flotaður í ár. Fari sjálvandi eisini framvið høllini við teimum føroysku klæðunum hjá bæði kvinnum og monnum, sum í mynstrum og litum verða alt meiri avbjóðandi og fantasifull.

Her liggja nógvir tímar aftanfyri alt tað, sum sýnt verður fram, og eg gleði meg eins og øll hini til at skoða øll verkini, ið fyri mær prógva, at kvøldskúlin er ein neyðugur og týðandi lutur í trivnaðar- og mentanarpolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Arbeiði og hugni
Tað hevur sína serligu søgu, at eg altíð skeiti eftir teimum nýinnbundnu bókunum. Mamma mín gekk í nógv ár til bókbinding. Hon legði nógv fyri, og serliga nógv kom burtur úr, tá hon setti pápa mín at gera tað tíðarkrevjandi trælaarbeiði heima við hús, meðan hon fullførdi verkini í kvøldskúlanum.

Ein vetur lokkaði hon meg við sær. Tey flestu á liðnum vóru væl eldri enn eg, og tey vistu, hvat tey vildu. Arbeiddu so at siga frá tí, tey komu, til tey fóru, men spentu frá eina løtu, tá drekkamuðurin og køkan komu fyri á miðjum kvøldi.

Hýrurin var góður, og nýggjastu tíðindini í býnum komu á borðið, men hóast hvør hjálpti øðrum, so gekst mær illa at falla inn í rútmuna,. Tí gavst eg nakað skjótt, og fongurin var einans fýra innbundnar bøkur fyri veturin.

Árið eftir tók kona mín táttin upp. Tá var onnur ferð á, og hon kom heim aftur við næstan 20 snøggum bókum, tá skúlaárið var av. Tað hoyri eg fyri enn.

Men bøkurnar lýsa upp í okkara bókhillum, og tær mongu bøkurnar, sum mamma mín bant inn, seta sín serliga og virðiliga dám á bókaveggin á Tinghúsvegnum – Tórshavnar kvøldskúla fyri at takka.

Í egnum húsi
Tórshavnar kvøldskúli er í støðugari menning. Tá vit eru í tí góða lagnum, leggja vit dent á, at hann er størsti skúli í Føroyum við eini 2500 næmingum. Lærugreinarnar eru meir enn 100, lærararnir einir 150 og hølini spjødd um allan býin.

Tað nýggja er hent hetta seinasta árið, at Kvøldskúlin fyri fyrstu ferð hevur tikið egin hús í nýtslu. Býráðið samtykti fyrst í hesum skeiðnum at keypa skúlanum húsini hjá Einars Prenti í J.H. Schrøtersgøtu.

Her hevur skúlin nú innrættað sína miðstøð, so hann í so máta ikki liggur øðrum til byrðu longur, og her leggur hann seg eisini eftir at hýsa lærugreinum og virksemi, sum illa hýsast aðrastaðni.

Væl játtaðir pengar
Skúlin arbeiðir alsamt við at menna síni tilboð og eftir førimuni fylgja tíðarandanum. Eina ferð var tað gott latín, at øll skeið vóru um kvøldið og vardu frá heystinum til várið.

Í dag ynskja fólk eisini skeið, sum vara bara nakrar vikur ella einar tveir mánaðir, og tey er eftirhondini vorðin fleiri og fleiri, sum líka so fegin møta um dagin sum um kvøldið.

Alt hetta setir sjálvandi krøv til skúlan, og kenni eg leiðsluna rætt, so fara nýggj átøk at koma undan kavi javnt og samt í komandi tíðum. Tað ger sítt til, at skúlan er áhugaverdur og livandi.

Tað eru kommunan og landið sum gjalda gildið saman við tykkum, sum ganga á kvøldskúla. Vit í Tórshavnar býráð ivast ikki í, at pengarnir eru væl játtaðir.

Við hesum orðum seti eg kvøldskúlaframsýningina í Havn 2011.