Føroya sterkasti takast við heimsins sterkastu

Regin Vágadal fer mánadagin til Malta at verða við í kappingini um at gerast Heimsins sterkasti maður

Feriuoyggjin Malta fer at tyngjast nøkur tons, tá heimsins sterkastu menn í næstu viku koma til oynna fyri at kappast um, hvør teirra er tann sterkasti.

Føroyar sterkasti maður, Regin Vágadal, verður við í kappingini, og hansara mál er greitt.

? Eg vil í finaluna, sigur hann við Ítróttar-Sosialin.

30 sterkir mans fara at kappast frá fríggjadegnum í næstu viku, og teir eru býttirí fimm bólkar. Tveir av teimum seks í hvørjum bólki sleppa í finaluna, sum sostatt verður mannað við 10 monnum.

Í bólkinum hjá Regini eru menn, sum áður hava verið í finaluni, og um Regin skal gera álvara av sínum ætlanum um at náa finaluna, skal hann halda seg frammanfyri í hvussu so er antin íslendingin Torfi ella kanadiumannin Hugo Gerrard, sum eru favorittar at sleppa víðari úr bólkinum.


Skaði hevur órógvað

Regin Vágadal varð skaddur, tá kapping fyri sterkar menn var í Føroyum í mai mánaði. Tað var økslin, sum fekk ein snudd, men seinasta mánaðin hevur sterki maðurin vant við fullari ferð.

Hann hevur vant í Danmark og í Føroyum, og hann heldur seg vera rímuliga væl fyri.

? Men eg hevði væl kunna brúkt ein mánaða afturat, heldur hann.

? Tá kappingin var í Føroyum, var eg so væl fyri, sum eg ongantíð áður havi verið, og eg ætlaði at arbeiða víðari har frá. Tí kom skaðin serstakliga illa við hjá mær, sigur Regin Vágadal.

Regin Vágadal, sum nú kennir seg frískan, fer avstað til Malta mánadagin, og hann vónar, at hann ikki kemur heimaftur fyrr enn 19. september. Tað er nevniliga tá, at kappingin endar.

? Eg havi góðar vónir um at sleppa víðari, tí innleiðandi kappingarnar passa væl til mín, og eg sleppi undan teimum greinunum, sum eg ikki eri so góður til. Men eg veit, at hinir menninir í bólkinum hava vant miðvíst til júst tær kappingarnar, og tí skal eg gera mítt ítarsta fyri at koma í finaluna.


Norðurlendingar favorittar

Í innleiðandi kappingini eru seks ymsar kappingar, sum tað tekur 3 dagar at avgreiða. Eftir tað verður hildið frí í nakrar dagar, áðrenn finalan verður.

Millum teir 30 menninar, sum eru við í kappingini, eru onkrir kenningar. Heimsins sterkasti maður í løtuni er svii og eitur Magnus Samuelsson. Hann er saman við millum annað einum øðrum norðurlendingi, finnanum Joko Ahola, favorittur at vinna kappingina í ár.

Regin Vágadal ger sær ikki vónir um at standa ovasta á sigurspallinum, tá kappingin er av, men hann ætlar sær at verða millum 10 teir sterkastu.

Og hann fer at leggja alla orku í fyri at náa tað málið.