Føroya Symfoniorekstur

? Eg fari ikki at siga, at konsertin í ár var betur enn í fjør. Men eg haldi, at orkestrið er komið upp á tað støðið, sum einaferð er møguligt við teimum fortreytum, tað hevur. Tað er so upp til okkum at meta um, um støðið er nóg høgt sum er, ella um Føroya Symfoniorkestur skal fáa betur kor fyri at náa enn longur. Eg vildi valt tað seinna, sigur Leif Hansen í ummælinum av nýggjárskonsertini

UMMÆLI
Leif Hansen

Tað mundi ikki ganga long tíð, áðrenn øll atgongumerkini til konsertina vóru seld.
Nýggjárskonsertin er komin fyri at verða og verður altíð vælvitjað. Sum skilst var eisini útselt til eykakonsertina kl. 16.00 sama dag. Hetta er at fegnast um og vísir eisini, at vit vilja hava eitt symfoniorkestur í Føroyum - eisini sjálvt um tað konstar pengar. Í hesum sambandi kann nevnast, at Lions í Eysturoy og Klaksvík áðrenn konsertina handaði orkestrinum 35.000 kr. Tey hava alla tøkk uppiborið fyri tað.
Konsertskráin var, sum slíkar skula verða, full av løttum klassiskum tónleiki. Skráin var kanska heldur lættari enn hon onkuntíð hevur verið. Einki stykkið vardi meir enn 5 min. Hetta dámar tí breiða áhoyraraskaranum helst eisini best.
So til konsertina, sum varð tann 53. í røðini og tann 9. nýggjárskonsertin hjá Orkestrinum.
Lagt varð fyri við Nøtubrótarnum hjá Tschaikocsky. Hetta lítla brotið úr hesu undurfullu balett var vælvalt sum startskot, sjálvt um hetta var sera stutt. Orkestrið spældi hetta lítla stykkið væl, havandi byrjanarnervanar í huga. Eitt lítið sindur óneyvt, men einki at tosa um. Donauweibchen hjá yngra Strauss var næst á skránni. Hetta var sirpa yvir fýra valsir. Millum satsanar vóru bæði temposkift, frematar, riterdando. Slíkt krevur venjing, og kundi hetta nokk verið vant meira. Wienervalsinir eru ikki altíð so líka til.
Síðani var ein gamal kenningur á skránni, nevnuliga overturan til Carmen. Hetta er glaður, festligur tónleikur og hóskar sera væl til høvið. Orkestrið spældi hetta sera væl. Tó haldi eg at tað kundi verið spælt eitt ved skjótari. Haldi at hetta lítla vetið skjótari hevði fingið tað ordiliga at »swinga«.
So slapp kórið framat. Sum skilst hevur verið gjørt meira burturúr kórvenjingini í ár enn áður. Íslendski sanglærarin og kórleiðarin Garðar Cortes stóð fyri kórframførslunum á konsertini. Kórið sang í fyrsta umfari tvey verk hjá Verdi. Trælakórið úr Nabucco, sum vit eisini hava hoyrt nakrar ferðir áður, og Stiðjakórið úr Trovatore. Hetta seinna gekk sera væl, tó at tað liggur høgt hjá sangarnum. Tað var góð balansa millum kórstemmunar og millum kór og orkestur. Garðar Cortes tóktist at hava gott tak, bæði á sangarum og tónleikarum. Tað hoyrdist veruliga at kórið hevði vant nógv til konsertina.
Aftan á brúsandi kórverkið hjá Verdi spældi orkestrið vakra Barcarole úr Ævintýrum Hofmanns hjá Offenbach. Til tað var einki annað at siga enn: gott!
Frá fronskum tónleiki var danin H. C. Lumbye á skránni. Konsertpolka fyri tvær violinir. Solistanir vóru Mikkel Futtrup og Tobias Durholm. Báðir komu teir sera væl frá sínum uppgávum og orkestrið fyldi eisini væl upp. Tað einasta eg kundi fílst á var, at Lumbye hevði heili trý verk á konsertini. Eg trúgvi ikki at konsertin hevði verið verri um júst hetta verkið ikki var við. Hugskotið aftanfyri er helst, at vanliga plagar minst eitt verk at verða fyri solistar - tað fekk man so dekka inn við hesum. Hinir báðir Lumbye-satsinir vóru góðir til høvið og vælspældir.
So varð felagssangurin á skránni. »Kom og dansa« hjá Kristin í Geil og Lehar. Felagssangur er kanska ov nógv sagt, trupulleikin er at tað er alt ov høgt hjá »vanligum« fólki at syngja við. Hetta átti langtsíðani at verið umskrivað. Eisini fellur forspælið til sangin mær fyri brósti á hvørjum árið. Forspælið verður tikið úr einum samanhangi og hóskar als ikki til. Hví ikki lata onkran av okkara mongu tónleikamonnum gjørt eina nýggja útseting av sanginum - meiningin er jú at øll skula kunna syngja við!?
Kórið sang síðani saman við orkestrinum tveir satsir. Fyrri er úr Tannhauser hjá Wagner. Hetta er ein relativt trupul satsur, bæði at spæla og ikki minst syngja. Fyri orkestrið stendur hann í tí sera óidiomatiska H-dur, og hjá sangarnum liggur hann sera høgt. Men hesar foringar legði ein ikki serliga nógv merki til. Tað, sum eg heldur beit merki í var, at her kundi kórið verið væl fjølmentari enn teir 83 sangarnar. Satsurin er instrumenteraður fyri fult orkestur og í støðum í fortissimo, og tí hevði kórið onkuntíð ilt við at verða fremst í ljóðmyndini. Triumfkórið hjá Verdi var sera væl sungið og spælt. Eitt ordans brús av einum satsi, sum fekk hárini at reisa seg.
Seinasta verkið á skránni var, sjálvandi umframt Radetzky marsjin hjá eldra Strauss, A-dur Valsurin úr Svanasjógvinum hjá Tschaikocsky. Við honum setti orkestrið av álvara punktum fyri kvøldið. Mær tókti, at hetta var besta spælda stykkið á konsertini. Eg kundi kanska hugsað mær, at hann lá nakað fyrr í skránni, men tað var kanska tilvitað at byrja og enda við Tschaikocsky. Her kundi ein seta seg væl afturá og njóta tónanar.
Nýggjárskonsertin 2003 hevur verið og var í høvuðsheitum góð. Tá ein skal ummæla eina konsert hjá okkara symfoniorkestri so er eingin meining í at leita til Wien ella Berlin fyri at finna okkurt at samanbera við. Heldur eigur at verða hugt at undanfarnum konsert orkestrinum. Eg fari ikki at siga at konsertin í ár var betur enn í fjør, men eg haldi, at orkestrið er komið uppá tað støðið, sum einaferð er møguligt, við teimum fortreytum tað hevur. Tað er so upp til okkum at meta um, um støðið er nóg høgt sum er, ella um Føroya Symfoniorkestur skal fáa betur kor fyri at náa enn longur. Eg vildi valt tað seinna!