Hósdagin 8. mai eru tjúgu ár liðin síðani Norðurlandahúsið lat upp dyrnar. Í hesum sambandi verður gallakonsert í Høllini um kvøldið og mentunarpolitiskt kjak í Klingruni um dagin. Fleiri onnur tiltøk verða fyrskipaði í sambandi við 20 ára dagin.
Føroya Symfoniorkestur hevur til 20 ára dag Norðurlandahúsins 8. mai valt sum føðingardagsgávu eitt stórbært blómutyssi av tónleiki úr seks norðanlondum: Íslandi, Føroyum, Noregi, Danmørk, Svøríki og Finnlandi. Øll eru hetta verk, sum eru umboðandi fyri londini, ella teirra størstu tónaskøld. Verkini eru "Festmarsj" eftir Páll Isolfsson úr Íslandi, "Helios-Ouverturan" eftir Karl Nielsen úr Danmark, "Våren" eftir Edvard Grieg úr Noregi, "Midsommarvaka" eftir Hugo Alfven úr Svøríki, "Finlandia" eftir Jean Sibelius úr Finnlandi og "Eg oyggjar veit" úr sonevndu Højgaard-svituni. Martin Mouritsen stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
Havnarkórið fer eisini at heilsa Norðurlandahúsinum á 20 ára degnum. Tað verður við enn einum úrvali av norðurlendskum sangum. Framførdir verða tveir Kingo sálmar og tveir sangir eftir ávikavist Vagn Holmboe og Sunleif Rasmussen. Høvuðsparturin í sangskránni hjá Havnarkórinum verður tó kantatan "Brúgvar", sum varð skrivað til Norðurlandahúsið, tá tað lat upp í 1983. Tekstin eigur Karsten Hoydal og Vagn Holmboe tónsettið. Havnarkórið fer eisini at syngja, tá Symfoniorketrið spælir "Eg oyggjar veit" úr Højgaard-svituni. Ólavur Hátún stjórnar Havnarkórinum.
Umframt sang og tónleik, verða eisini røður fluttar fram á tjúga ára degi Norðurlandahúsins. Røðarar verða Helvinn Høst formaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið, Høgni Hoydal landstýrismaður í menta- og norðurlandamálum og Per Unckel aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Per Unckel er fyrrverandi svenskur granskingarmálaráðharri og tók fyri stuttum við sum nýggjur aðalskrivari í Ráðharraráðnum, sum heldur til í Keypmannahavn.
Gallakonsertin í Norðurlandahúsinum verður hóskvøldið hin 8. mai klokkan 19:30.