Føroya Tele 18 milliónir í avlopi

Føroya Tele hevði góðar 18 milliónir krónur í avlopi á rakstrinum í 2008 eftir skatt. Tað eru 20,2 millónir krónur minni, enn í 2007, tá úrslitið var 38,5 milliónir krónur

- Hóast talan er um eitt munandi lægri ársúrslit enn árið fyri, so heldur samtakið settu kósina í eini tíð, har neyðugt er at laga fyritøkuna eftir broyttum marknaðartreytum, samstundis sum Føroya Tele eisini noyðist at brynja seg ímóti heimsumfatandi fíggjar- og búskaparkreppuni, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi í dag.

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var eftir skatt 18,3 milliónir krónur í 2008. Tað eru 20,2 milliónir krónur lægri enn avlopið í 2007, tá ársúrslitið hjá samtakinum var 38,5 milliónir krónur eftir skatt. Í fíggjarætlanini fyri 2008 var longu roknað við einum lægri ársúrsliti sammett við 2007, m.a. orsakað av broyttum marknaðartreytum og øktum kostnaði av SHEFA-2 kaðlinum.

Nevnd og leiðsla fegnast um, at tað hevur eydnast samtakinum at koma út úr 2008 við einum rímiligum avlopi. Harvið er setta kósin hildin í broytingartíðum, samstundis sum tað hevur verið neyðugt at brynja seg ímóti alheims fíggjar- og búskaparkreppuni.

Inntøkurnar hjá samtakinum vóru tilsamans 435,8 milliónir krónur í 2008, og samanborið við 2007 hækkaðu inntøkurnar av televirkseminum, sum er grundraksturin í fyritøkuni, 21,7 milliónir krónur. Størsti vøksturin stavar frá SHEFA-2, men bæði FT Net og Televarpið høvdu eisini hægri inntøkur enn árið fyri.

Hinvegin lækkaðu inntøkurnar hjá FT Samskifti, m.a. tí at inntøkurnar frá fastnetinum lækka alsamt, og tí at nýtslumynstrið sum heild broytist í samsvari við, at tøkniligu samskiftismøguleikarnir økjast. FT Samskifti staðfesti kortini í 2008 hægri kundatøl bæði í fartelfoniini, sum spakuliga avloysir fastnetið, og á breiðbandinum. Men broytta nýtlsumynstrið, øðrvísi marknaðartreytir og økt kapping hava við sær, at tænasturnar áhaldandi skulu lagast eftir nýggju tíðini.

Høvuðsorsøkin til eitt minni avlop í 2008 sammett við 2007 kann skiftast sundur í fýra partar.

Føroya Tele hevur tillagað prísirnar á fartelefoni uttanlands soleiðis, at kundarnir hjá Føroya Tele kunnu reika í øllum ES á jøvnum føti við aðrar ES-borgarar. Hetta kostaði samtakinum fýra milliónir krónur í mistum inntøkum í 2008, tí Føroya Tele hevur ikki atgongd til ES-avtalur um reikingarprísir.

Kostnaðurin til uttanlandssambandið øktist sjey milliónir krónur í 2008. Talan er her um nýggja SHEFA-kaðalin og Farice, sum Føroya Tele eigur saman við íslendingum. Úrslitið av kapitalpørtum í íløgum í m.a. útlendsk feløg var fimm milliónir krónur í halli, og fýra milliónir krónur fóru til hægri rentuútreiðslur. Tríggjar milliónir krónur vóru settar av til starvsfólk, ið vóru søgd upp í fjør heyst sum ein liður í at tillaga fyritøkuna. Talan er um tilsamans 23 milliónir krónur í meirútreiðslum.