Síðan á jólum hevur verið ógvuliga torført hjá felagum við uppringdum sambandi at fáa samband við internetið. Orsøkin til hetta hevur verið tann, at internetdeildin hjá Føroya Tele hevur havt ov fá mótald í mun til talið av brúkarum. Støðan gjørdist ikki betri, tá ein partur av internetútgerðini hjá Føroya Tele fyri stuttum brendi saman. Tá gjørdist tað bert møguligt hjá heilt fáum felagum við uppringdum sambandi at vera inni á netinum í senn.
Tá óhappið við internetútgerðini hendi, hevði Føroya Tele longu bílagt nýggja og meira framkomna útgerð. Hendan útgerðin varð sett upp fyrr í hesi vikuni, og nú væntaðu fólk, at alt fór at vera í lagi aftur við internetinum. Men so var ikki. Neygugt var hjá hvørjum einstakum brúkara at fáa nýtt loyniorð fyri at koma inn á internetið. Lýst varð í útvarpinum, at ein kundi fáa nýggja loyniorðið við at venda ringja til Føroya Tele. Og hjá telefondámunum hjá Føroya Tele fekk ein loyniorð,so ein kundi logga seg á internetið fyri rokning hjá øðrum brúkarum, ein ynskti, at vita. Tað var líkamikið, um ein átti tað ella ikki.
Alt hetta hevur gjørt, at Føroya Tele nú stígur fram við einari almennari umbering, ið vit hava prentað á hesi somu síðu.
Eru eftirbátar
Vit spurdu í gjár Poul Henrik Poulsen frá Føroya Tele, um stovnurin ikki er eftirbátur í mun til aðrar internetútvegarar.
Jú, sigast kann, at vit eru eftirbátur. Men eg haldi tó, at vit sum frægast hava roynt at fylgt við í teirri øgiligu menningini, ið er á hesum økinum í løtuni. Vit hava júst skift til mera framkomna útgerð, ið skal tryggja viðskiftafólkum okkara betri tænastu. Men, sum eg segði, so er menningin so øgilig á tí tøkniliga økinum, at útgerðin um stutta tíð næstan er ótíðarhóskandi í mun til aðra útgerð.
Kunnu viðskiftafólk tykkara nú vera vís í, at internetið fer at virka sum trað skal?
Eg kann siga so mikið, at internetið nú fer at virka betur. Tó veit eg, at um t.d. Bill Clinton knappliga varð skotin, so hevði ikki borið til at fingið samband við internetið, tí tá hevði nýtslan nevniliga verið so øgilig.
Vit hava nú møguleika fyri góðum 2.500 viðskiftafólkum, og ætla vit at víðka um skipanina, tá talið á viðskiftafólkum byrjar at nærkast hesum. Um góðan mánaða hava vit møguleika at at hava 3.600 viðskiftafólk. Tí fer tað ikki at vera bundið longur, tá ein skal á internetið. Eg veit væl, at júst tá vit høvdu sett nýggju skipanina til, var bundið. Hetta var orsakað av tí, at so nógvur aktivitetur var á netinum. Hetta er ikki vanligt, og skuldi tí ikki hent ofta. Tó eri eg, sum eg segði í áðni, vísur í, at tað hevði hent, um t.d. Clinton varð skotin.
Nýgg loyniorð
Poul Henrik Poulsen ásannar, at talan var um eitt ógvusligt mistak, tá nýggju loyniorðini vórðu útflýggjaði, uttan eftirkannað varð, at tað var rætti persónurin, ið fekk tað ávísa loyniorðið at vita. Hann sigur tó, at allir brúkarar altíð eiga at broyta loyniorðið beinanvegin teir fáa tað at vita. Hann sigur, at Føroya Tele í næstum fer at seta sum krav, at allir nýggir brúkarar skulu broyta loyniorðið, beinanvegin tey fáa tað.
At enda ynskir Poul Henrik Poulsen at biðja internetviðskiftafólkini hjá Føroya Tele um umbering fyri trupulleikarnar við internetinum í seinastuni, og vónar hann, at tænastan fer at vera meira álítandi framyvir.