Føroya uppgerð í Parkini

Todi Jónsson, sum ikki slapp framat hóskvøldið fyrrenn tað restaði eitt korter, átti avgerandi leiklut í, at FCK í evstu løtu tryggjaði sær eitt stig móti Rosenborg

ÚTISETAR

 
Fyri nøkrum árum síðani kom tað fleiri ferðir fyri í hvørjum kappingarári, at føroyskir útisetar brustu saman í bestu donsku deildini. Mótvegis nú so vóru tað fyri einum fimm árum síðani fleiri føroyingar í bestu deildini.
                      Nú er Todi Jónsson einsamallur føroyingur í superliguni, og tað er torført hjá honum at sleppa framat í superliguni. Tað varð enn eina ferð staðfest hóskvøldið, tá ið FCK í Parkini í fyrsta dystinum í millumumfarinum í Royalu liguni hevði vitjan av Rosenborg.
                      Álvaro Santos og Zuma vóru í FCK álopinum, og tá ið Zuma, sum ikki var serliga eyðsýndur, varð skiftur út, varð Jesper Bech sendur á vøllin. Álvaro Santos, sum javnaði við fínum einmansavriki til 1-1, var kosin dagsins maður í FCK. Todi Jónsson loysti hann av, tá ið tað restaði eitt korter, og Todi var við í útjavnandi málinum til 2-2.
                      Í síðstu sekundunum tamdi hann við høvdinum og eftir langa sending út til norska Magna Hoseth, sum av brotsteigarmarkinum heilfluktaði í málið. Í FCK fegnaðust teir um stigið, sum teir kendu seg í evstu løtu hava vunnið, men teir harmaðust samstundis um, at tvey stór mistøk í verjuni høvdu kostað tvey mál, og serliga ungverski málverjin, Balázs Rabóczki, stóð fyri skotum í donsku pressuni.
 
Andrew á skránni
Seinnapartin í morgin er møguleiki fyri Føroya uppgerð í Parkini. Tá skulu Fremad Amager og FCK spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. Hesar seinastu dagarnar hevur nógv verið gjørt fyri at birta uppundir, at talan er um rættuliga ?Københavner begivenhed?. Eitt nú skipa feløgini bæði í dag fyri stórum tiltaki í nýggja søluhúsinum, Fields, á Amager.
                      Andrew av Fløtum er partur av 1. deildar liðnum Fremad Amager, og tað er ikki so lítið sannlíkt, at hann kann fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu í morgin.
Hvussu tað verður hjá Toda Jónsson í FCK álopinum er ein annar spurningur. Hann hevur leingi bíðað eftir at fáa ein orduligan møguleika. Enn hevur hann ikki fingið hann, og um hann ikki fær møguleikan millum teir fyrstu ellivu í morgin, so er ilt at ímynda sær, nær hann fer at fáa møguleikan, um ikki fleiri av hinum álopsspælarunum fella frá orsaka av skaðum ella leikbannum.