Nógv bendir á, at ein av drúgvastu spælarunum á EB/Streyma liðnum í fjør verður at síggja í NSÍ komandi kappingarár. Talan er um Jónhard Frederiksberg.
Bara René Tórgarð spældi fleiri minuttir enn Jonhard Fredriksberg í Effo-deildini fyri EB/Streym í fjør. Sostatt er talan um ein av drúgvastu spælarunum hjá felagnum farna kappingarár, sum nú helst skiftir til NSÍ.
Higartil hava bara sjey spælarar, sum kunnu mestast sum Effo-spælarar, sáttmála fyri komandi ár hjá EB/Streymi. Teir eru Rene Tórgarð, Marni Djurhuus, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen, Gunnar Zachariasen, Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen. Felagið hevur eisini gjørt sáttmála við tríggjar ungar spælarar, sum felagið vónar koma at gera seg galdandi á besta liðnum. Teir eru Gestur Bogason Dam, Jóhannes Hansen og Ólavur F. Høghamar Ejdesgaard.
Millum teir, sum ikki verða við komandi ár eru Sorin Anghel, Pauli G. Hansen og helst Jónhard Frederiksberg, umframt at menn sum Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen eru settir í samband við onnur feløg.