Føroyaprent fegnast um grøna gávu frá Etika

Føroyaprent hevur júst fingið eitt ordans herðaklapp, við ?grønu gávuni? á heilar 42.320 kr frá Etika. Hetta hendi á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 13. mai, í samband við umhvørvisvikuna sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri.

Dómsnevndin er mannað við umboðum frá Agenda 21 stovuni, Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni, og Føroyaprent fær hendan stóra heiður, fyri at:

? brúka umhvørvisrætt pappír

? brúka vegetabilskar prentlitir

? endurnýta prentlutir

? minimera pappírsspill og burturkast

? spara um orkunýtsluna og at brúka sum mest varandi orku

? hava atlit til evnafrøði í arbeiðsumhvørvinum

? planta trø í Føroyum

Føroyaprent er einasta fyritøka í Føroyum, sum er Svanamerkt, og er umhvørvisleiðsla hjá teimum merkt av krøvum til góðkenningina.

- Í apríl í ár fóru vit undir at planta trø við viðarlundina í Kerjum uppi við Hotel Føroyar. Hetta er eitt skógarfriðað økið, einar 3.650 m2 til støddar, har pláss er til eini 1.500 ? 2.000 trø. Seinni í ár fara vit at planta trø á øðrum økjum runt landi. Dómsnevndin legði í avgerð dent á hesa verkætlanina hjá Føroyaprent, og takkaði Føroyaprent fyri plantingarátakið, sigur Føroyarprent.

Etika hevur gjørt av at taka 20 krónur fyri eina kannu av kranavatni. Allur peningurin frá sølu av vatni fer óskerdur í ein umhvørvisgrunn, og verður hesin peningur á hvørjum ári latin til eitt framskygt náttúru- og umhvørvisendamál.

- Vit á Føroyaprent eru takksom og fegin um at tað í ár er Føroyaprent, sum fær heiðurin. Virðislønin frá Etika fer heilt víst at síggjast aftur í náttúruni, til stóra gleði hjá okkum øllum, sigur Føroyaprent.