5. desember komu fagnartíðindini, at Føroyar loksins høvdu megnað at samrátt seg til at gerast partur av 7. rammuskránni í granskingini hjá ES. Hóast talan er um eina ES skrá, so er tað nógv fleiri enn ES londini sum luttaka í hesum granskingarsamstarvi, sambært heimasíðuni hjá PF7 sjálvum luttaka fleiri enn 100 lond í samstarvinum.
Føroyar hava nú fingið eina politiska staðfesting av, at veruligar samráðingar verða tiknar upp. Føroyar skulu knýtast, sum atlimur at sjeyndu rammuskrá. Talan hevur verið um eitt áhaldandi mál frá føroyskari síðu síðani 2004, tað er at fegnast um, at vit nú eru komin so langt. Fyrisitingin og politiska skipanin eiga heiður uppibornan fyri at hava fingið málið so langt. Men allar súður eru ikki syftar enn. Føroyar og ES skulu fyrst samráðast seg fram til eina loysn og har er bert at vóna, at tað kann avgreiðast skjótt. Tað er eingin loyna, at fleiri føroyskir granskarar hava sitið og bíða eftir, at Føroyar kom upp í part og at mikið rumbul hevur staðist av, at partar av almennu fyrisitingini hava mett avtaluna verða uppá pláss fyri langari tíð síðani.
Fyrsta trapputrin
Vit kunnu siga, at fyrsta trapputrin er rokkið við hesi avtaluni, men um vit ikki megna at gagnnýta møguleikarnar í henni er talan bert um útreiðslur. Vit skulu gjalda fyri at verða við í sjeyndu rammuskrá, eins hini luttakandi londini. Tey londini, sum klára seg væl fáa meira aftur enn tað tey gjalda í felagskassan hjá sjeyndu rammuskrá. Harafturat er møguleiki at verða við í størri felagsverkætlanum og tað er kanska har, at ein tann størsta gularótin hjá føroyskum granskarum er, nevniliga at kunna verða partur at størri verkætlanum.
Krevur av politisku skipanini
Sjeyndi rammusáttmáli kemur ikki ístaðin fyri ein tilvitaðan føroyskan granskingarpolitik, heldur kunnu vit siga, at limaskapurin í sjeyndu rammuskránni dagsetur krøvini til føroyskan granskingar- og útbúgvingarpolitik. Vit hava nú meldað okkum inn í evropeiska granskingar- menningarsamstarvið, um vit ikki megna at fáa nógv betur viðurskifti innan granskingar og hægri útbúgving og sostatt fáa hesi øki raðfest politiskt, ja so kann tað gera tað sama.
Vinnulívið skal við!
Sjeyndi rammusáttmálin er tó nógv meira enn almenn gransking. Ein stórur partur er samstarv millum fyritøkur, har sjeynda rammuskráin leggur serligan dent á nøkur øki. Sjeynda rammuskráin leggur soleiðis dent á fýra sløg av samstarvi, nevniliga ímillum smá og miðalstór virki, almennar stovnar, einstakar granskarar frá bæði tí privata og almenna geiranum og stovnar og granskarar, sum ikki eru partar av rammusáttmálanum. Soleiðis leggur henda avtalan ikki bert upp til, at leggja allar byrðar á tað almenna, men eisini at vinnan skal við. Tað hevur m.a. verið ført fram, at vit ikki hava nóg umfatandi vinnuliga gransking í Føroyum og hetta er helst orsakað av, at virkini eru so smá. Her er so ein gyltur møguleiki, at menna seg saman við øðrum smáum virkjum.
Knúst av Pisa
Vit hava fingið enn ein dóm frá Pisa um, at tað ikki stendur væl til í fólkaskúla okkara. Hvørt Pisa kann brúkast ella ikki, skal eg ikki døma um her, men tað er givið at vit kunnu betra munandi um fólkaskúla okkara. Ein treyt fyri framburði er áhaldandi viljin til at betra viðurskiftini. Tann viljan hava vit ikki sæð, tá talan er um gransking og menning, tað er tann viljin sum skal til.
Nobel
Í gjár var stóri Nobeldagurin við hátíðarhaldi og mergjaðum røðum. Al Gore tók afrikanska orðatakið fram, sum ljóðar nakað soleiðis : ”skalt tú ganga skjótt far einsamallur, skalt tú langt gangi saman” Tíðin í Føroyum er nú komin til at taka seg saman og veruliga arbeiða vinnuliga og politiskt við menning, útbúgving og gransking. Føroyar kunnu gera mun og vit hava granskarar, sum hava víst hetta í verki. Rajendra Pauchari, sum vegna IPCC tók ímóti friðarheiðurslønini, vísti á, at sjálv tilgongdin IPCC hevur brúkt, vísur ein nýggjan hátt at fáa felags úrslit. Hann nevndi fyribrigdi ”intellectual collectivity” og í einari slíkari tilgongd er tað samstarv sum er avgerandi og gevur okkum ein leiklut um vit ynskja hann.
Fyrsta stevið er tikið, men um ikki bæði almenni og privati geirin taka av avbjóðingini og møguleikanum, verður hetta lítið annað í føroyskum høpi enn ein darlandi rammuskrá.