Anita á Friðriksmørk, Lisbeth Petersen og Heidi Petersen eru tær tríggjar, sum samanlagt umboða helvtina av føroya fólki - kvinnurnar.
ì Føroyum er kvinnuliga umboðanin í Løgtinginum einans 9.4 prosent. ì miðal í øllum heiminum eru 16,3 prosent av tjóðartingslimunum konufólk. Hetta er nýtt met skrivar meginfelagið hjá tjóðartingunum kring heimin IPU.
Felagsskapurin staðfestir, at 2005 var eitt gott ár hjá kvinnunum. 20% av teimum valdu vóru konufólk í teimum 39 tjóðartingsvalunum, íð vóru hildin kring heimin. ì heili 28 av valunum øktist umboðanin hjá kvinnunum.
ì hinum Norðurlondunum stendur væl til við tí kvinnuligu umboðanini. ì Svøríki, sum er nummar tvey í øllum heiminum, eru 45,3 prosent av tjóðartingslimunum kvinnur. Norra 37,9 prosent, Finland 37,5 og Danmark 36,9. ìsland er á 13. plássi við 33,3 prosentum.
Bæði Norra og Danmark hava haft oman fyri 30 prosent síðan 1985, og tølini eru ikki nógv broytt seinastu árini. Á valinum í 2005 minkaði talið hjá Danmark nakað. Eisini í Týsklandi minkaði kvinnuumboðanin nakað.
land% kvinnulig umboðan
1Rwanda48.8
2Svøríki45.3
3Norra37.9
4Finland37.5
5Danmark36.9
6Holland36.7
7Kuba36.0
8Spania36.0
9Kosta Rica35.1
10Argentina35.0
11Belgia34.7
12Eysturríki33.9
13Ìsland33.3
14Suður Afrika32.8
15Ný Sæland32.2