Føroyar er reyvin í fjórðu deild

Allur heimurin er 1. deild. ES, EFTA og aðrir felagsskapir eru 2. deild. Danmark er 3. deild, og Føroyar er reyvin í fjórðu deild, tá tað kemur til pallir hjá okkara fólki at virka á, bæði politiskt og vinnuligt

Tað er ótrúligt at her í føroyum enn finnast fólk, sum eru nøgd við at spæla í pinkulítla dunnugarðinum. Tað er óskiljandi, men kreftir arbeiða faktisk beinleiðis ímóti at vit flyta upp í 1. deild. Fyri meg er tað ein sjálvfylgja at vit skulu hava allan heimin sum spælipláss, og eg dugi ikki at skilja hví vit øll somul ikki ynskja hetta.

Óundgangiliga alheimsgerðin er á veg inn til okkum, og hevur í langa tíð bjóða okkum við í fremstu deildina, men vit vilja ikki. Vit vilja spæla í pinkulítla dunnugarðinum. Meir enn 22.000 føroyingar hava tikið avleiðingina av hesum skilinum, og spæla nú í Danmark.

Eg vil á Fólkating, at ávirka og arbeiða fyri, at vit fáa atgongd til allan heimin. Og eg eri heilt vísur í at við einum ávísum innsatsi, so fáa vit styrk frá onkrum av teimum 22.000, sum spæla í Danmark, um vit flyta heilt upp í 1. deild. Sum støðan er nú, so er tað heilt sikkurt ikki nógv, sum tíma at flyta niður aftur í pinkulítla dunnugarðin.

Størsta forðingin fyri at flyta upp í bestu deildina, er viljin hjá okkum. Um man ikki hevur viljan, so hendur onki, so vinnur man ongan dyst. Men um man veruliga hevur viljastyrki, so ber alt til, so kann man vinna einhvønn dyst, ella í øllum førum fáa heiðirlig úrslit.

So lat okkum nú taka okkum saman og vilja spæla við, har tað veruliga hendur nakað. Eg eri klárur. Eg og Tjóðveldi hava viljan og ambitiónirnar, at røkka heilt fram har allur heimurin er opin fyri okkum í Føroyum.

Eg spældi í 90'unum við bestu deildini hjá H71. Vit gjørdust steypavinnarar, sum framvegis er besta úrslit í søgu felagsins. Í fremstu deildini eru størstu avbjóðingarnar, mesta umrøðan og størsta respektin. Tað er har, sum nógv stuttligast er at spæla við.

Eingin respekt er fyri einum pinkulandi, sum ikki vil hava ábyrgd. Eingin tekur okkum seriøst.