FIFA STYRKISLISTIN
Føroyar og India hava sambært FIFA styrkislistanum leingi verið roknað at eiga eins stinn landslið í fótbólti. Tað kann ikki sigast at vera so galið. Í India eru tey omanfyri milliardina, men tá ið tey hava kjósað sær ellivu teir bestu at spæla fótbólt, so hevur FIFA - út frá úrslitunum seinastu árini - mett, at teirra landslið hevði somu styrki, sum liðið við teimum ellivu, ið hava verið valdir í Føroyum. Fólkatalið í Føroyum er umleið 0,005 procent av tí, sum tað er í India!
Men nú tykist tað at vera ein farin tíð, at føroyingar við FIFA styrkislistanum sum grundarlag hava havt møguleika at ganga út frá, at teir bestu ellivu hjá okkum í fótbólti vóru eins stinnir sum teir fyrstu ellivu í India.
Á FIFA listanum, sum varð kunngjørdur mánadagin 19. desember, er styrkistalið hjá India hækkað við 31 stigum. Hjá Føroyum er tað lækkað við sjey stigum. Styrkistalið hjá India er nú 355, og hjá Føroyum er tað 325. FIFA hevur roknað seg fram til, at indiska landsliðið er nummar 127, og at føroyska landsliðið er nummar 132. India er flutt átta pláss rætta vegin, og Føroyar eru dotnar eitt pláss skeiva vegin.
Næsti FIFA listin verður kunngjørdur 18. januar í 2006, og tað kann væl hugsast, at Føroyar fara at detta longri niður. Maldivirnar eru á plássinum undir Føroyum. Síðsta mánaðin hava tær vunnið 41 stig afturat, og tað hevur havt við sær, at tær eru fluttar fjúrtan pláss fram. Maldivirnar hava 323 stig og eru bara eitt stig aftanfyri Føroyar.
Føroyingar plaga við serligum áhuga at fylgja við í, hvussu gongdin er hjá Malta, Liktinstein, Andorra, Luksemborg, San Marino og kanska eisini Kypros. Liktinstein er flutt tvey pláss fram. Nú verður fyrstadømið roknað at eiga 122. besta landsliðið í heiminum. Andorra er eisini flutt tvey pláss rætta vegin. Nú verður Andorra mett at eiga 125. besta landsliðið í heiminum. Hjá Luksemborg er støðan á listanum eisini betri nú, enn hon var fyri einum mánað síðani. Nú er Luksemborg á 150. plássinum. Á næstsíðsta listanum var Luksemborg nummar 152. San Marino er nummar 238. Eisini San Marino hevur tikið seg tvey pláss upp eftir listanum.
Kypros og Ísland eru ávikavíst á 96. og 94. plássinum. Meðan Kypros hevur lyft seg eitt pláss rætta vegin, so er Ísland dottið eitt pláss eftir hæli.
Líkist sær sjálvum
Nú tað er tað eitt hálvt ár, inntil sjøtul verður settur á HM endaspælið í Týsklandi, líkist toppurin á FIFA listanum sær sjálvum. Hann sær út, sum hann hevur sæð út heilt leingi. Brasilia er ovast, og Kekkia er næstfremst. Næstu fótbóltstjóðirnar eru Holland og Argentina. Frakland hevur verið og er á fimta plássi, men nú verða bæði Meksiko og Spania roknað at eiga eins stinn landslið, sum liðið hjá fraklendingum verður mett at vera.
Á næstu plássunum eru USA, Ongland, Portugal og Turkaland og Italia. Danmark er framvegis á trettanda plássinum. Tað vil siga, at danir verða mettir at eiga besta fótbóltslandsliðið í Norðurlondum, og tað vil eisini siga, at Danmark eigur tað landsliðið, sum er hægst styrkismett og sum kortini ikki verður partur av HM endaspælinum í summar.
Svøríki og Japan eru nummar fjúrtan og fimtan, og týsku vertirnir fyri HM endaspælinum verða í løtuni roknaðir at eiga 16. besta landsliðið í heiminum. Teir eru á hesum plássinum saman við Grikkalandi.
Av teimum 31 fótbóltstjóðunum, sum saman við Týsklandi hava kvalifiserað seg til endaspælið næsta summar, er Angola tann tjóðin, ið sambært FIFA styrkislistan hesa ferð verður roknað at eiga veikasta fótbóltslandsliðið. Angola er á 61. plássinum. Í endaspælinum er Angola í bólki saman við Meksiko, Iran og Portugal.