Føroyar eru væl betri fyri enn Grønland

Annan dagin á rað vunnu Føroyar stórsigur ímóti Grønlandi, sum í Vestmanna legði rygg til tíggju mála tap

Ofta hevur tað verið tætt og javnt, tá ið Føroyar og Grønland hava dystast í hondbóltslandsdystum. Soleiðis var tað ikki hesa ferð.

Í gjár vunnu føroysku menninir 37-22 (18-11) í Stórhøllini á Hálsi, og í dag var aftur talan um stórsigur, tá ið liðini hittust í Vestmanna. Føroyar vunnu 29-19 eftir hálvleiksstøðuna 17-10.

Frásøgumaðurin Sjúrður Hildarson Hoydal og viðmerkjarin, Gunnar Djurhuus, á FM1 vóru samdir um, at hóast avrikið í dag ikki var heilt á sama støði, sum tað var í gjár, so var avrikið sannførandi. Breiddin á føroyska liðnum vísti seg at vera stór, málverjarnir og verjan stóðu seg væl, og málskjúttarnir vóru nógvir.

 

Fyrstu lítlu løtuna kendist tað ganga javnt á, og støðan var 4-4, áðrenn heimaliðið stútt og støðugt fór at leggja sjógv millum seg og gestirnar, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.

 

-Vit hava havt tjúgu spælarar á liðnum hesar báðar dystirnar ímóti Grønlandi. Tá ið vit fara at spæla í HM undankapping, verður tað bara pláss fyri fjúrtan spælarum. Tað vil siga, at tað er kapping um plássini, og tað gagnar sjálvandi landsliðnum og føroyskum hondbólti yvirhøvur, segði Allan Norðberg, sum í dag var føroyskur toppskjútti við fimm málum.

 

Føroyar - Grønland 29 - 19 (17-10)

Føroyska liðið: Tórður Guttesen, Helgi Hildarson Hoydal (2), Sjúrður Olsen (3), Rúni Joensen (2), Allan Norðberg (5), Brandur Halgerson, Eirikur Simonsen (2), Vilhelm Poulsen (2), Jónas G. Djurhuus (3), Nicolas Satchvell, Tróndur Kragesten (1), Rógvi Dal Christiansen (3), Sámal á Tjaldrafløtti (1), Pætur Thomsen (1), Hans Eli Sigurbjørnsson, Peter Krogh (4)

Venjari: Sonni Larsen