Føroyar fáa fyrstu elbilarnar

Føroyingar eru millum tey fyrstu í heiminum, sum fáa møguleika at bíleggja sær elbilin Mitsubishi i-MiEV. Mitsubishi elbilurin i-MiEV er á veg á føroyska marknaðin. Føroyingar eru sostatt millum tey fyrstu í heiminum, sum fáa møguleika at bíleggja hesar fyrstu seriuframleiddu elbilarnar, ið koma á marknaðin. Bilurin er framleiddur av verksmiðjuni sum elbilur, og kann tí ikki samanberast við fleiri av teimum elbilum, vit kenna í dag. Danmark verður mett sum undangongu land, tá ið tað snýr seg um elbilar. Mitsubishi verksmiðjan í Japan hevur tí givið Danmark, herundir Føroyum, framíhjárætt til at bíleggja teir fyrstu Mitsubishi elbilarnar uttanfyri Japan.

Frá bilasøluni Ivan Bilar, sum umboða Mitsubishi í Føroyum, verður sagt, at Mitsubishi i-MiEV elbilurin kostar 325.000 krónur og onkur bilur er longu bílagdur til levering í januar 2011.

Mitsubishi i-MiEV er ikki ókendur í Føroyum. Bilurin varð nevniliga royndarkoyrdur í Føroyum í fjør í sambandi við samstarvið um Grana verkætlanina millum Dong Energy og Elfelagið SEV.