Føroyar, Fogh og framtíðin

Vit hava í fýra ár verið í ringrás, har vit nú endaðu aftur í politiska upphavinum. Vit byrjaðu í heimastýrinum, og endaðu við ? heimastýrinum - nú skírt sum 7míla fet móti fullveldinum.

Nú Fogh var í Føroyum, eru øll samd um, at viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum eru batnað munandi.
Í kóri hava flokkar játtað felags yvirlýsingina, har staðfest varð 14. januar, at: "Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer".

Líta vit aftur um bak, er tað undrunarsamt, hvussu politisku veingirnir nú hálova ætlaða samstarvið við danir. Meðan sambandsflokkurin setti føtur í spenni fyri øllum skilagóðum og sjálvsøgdum broytingum í ríkisrættarligu støðuni (var eisini garanturin til trilkanina um sjálvstýrisveingin í 98), so hevur tjóðveldisflokkurin áhaldandi dyrkað munirnar og ósemjurnar at náa málinum um ruðuleika og plássi í søgubókunum - ja, fyri at røkka republikkini skuldi ikki bakkast eina tumma, varð sagt.

Fjøldin, sum farnu árini hevur viljað skilagóðar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, man nú við undran fylgja politisku gongdini. Ikki minst tá teir víðgongdu í ráksnúni nú bíta høvdið av givnum lyftum og prolkamatiónum, man tað mala fyri teimum flestu. Serliga fløkjsaligt man vera í fjølmiðlunum, haðani vit hava sæð lítið til avdúkandi tíðindaflutning. Har hevur løtumyndin verið karmurin, meðan politiski atburðurin og manifestatiónir farnu árini ikki hava havt stóran áhuga. Hinvegin tykjast miðlarnir at stimbra kollektiva óminnið, so at politisku veingirnir kundu sleppa snikkaleysir undan teirri skomm, sum teir í veruleikanum hava komið sær útí.

Rættvís og órættvís
Miðskeiðis í 2000 var øllum greitt, at sáttmáli Føroyar og Danmarkar millum við 4 ára skiftistíð hvørki átti parlamentariskan meiriluta ella stuðul millum manna.

Tí var sjálvsagt neyðugt at laga samráðingaruppleggið til veruleikan.

Undirritaði skjeyt tá upp, at processin varð vend á høvdið. Raðfylgjan í tilgongdini kundi jú ikki vera avgerandi fyri málsetningin. Tí var sjálvsagt, at samantvinnanin av suvereniteti og skiftistíð varð liðað sundur og landsstýrið so miðjaði eftir at gera sáttmála á hesum grundarlagi.

Útspælið var illa móttikið - ja, av teimum víðgongdu skýrt illoyalt móti setninginum, sum, sambært teir, var skilnaður millum rangt og rætt, millum rættvís og órættvís.

Kundi verið áhugavert at frætt, hví somu nú hálova og skýra felags yvirlýsingina sum ein sigur, tá lýsingin kann javnmetast við uppskotið um at venda tilgongdini á høvdið, samstundis sum hálovanin kann javnmetast við játtan av heimastýrisskipanini?

Ringrás
Nú er skeiðið skjótt at enda komið, og vit kunnu eftirmeta úrslitini samanborið við nýttu orkuna og allar manifestatiónirnar farnu árini. Vit byrjaðu í heimastýrinum og endaðu við ? heimastýrinum.
Tað løgna er tó, at henda skipanin, sum varð skýrd at vera orsøkin til ábyrgdarloysi, nú verður allýst sum karmurin um "7-míla fet móti fullveldinum"?! Soleiðis verður sannleikin tillagaður útvalda málinum. Veruleikin fær eina snaring, sum hóskar til umstøðurnar og miðlarnir presentera nýggja "sannleikan" sum ein sigur.

Samanumtikið hava vit verið í eini ringrás, har vit nú endaðu aftur í politiska upphavinum. Í fyrstu atløgu kann úrslitið tí tykjast soltið, men veruleikin er øðrvísi, tí hóast alt, so hava vit fingið avklárað hugburðin hjá dønum til sjálvstýrisynskið. Eisini hava vit fingið váttan fyri, at borgarliga stjórnin hevur meira pragmatiskan hugburð í ríkisrættarliga spurninginum, enn undanfarna. Og ikki minst, at avgerðin um framtíðar støðu okkara skal takast her, og at vit kunnu liða sundur samantvinnanina av skiftistíð og suvereniteti.

Í føroyska politiska umhvørvinum eru eisini avdúkingar, hóast lítið nýtt er komið undan kavi. Sambandsflokkurin er, tá samanum kemur, framvegis hin sami - kann kanska gera broytingar, men? og tjóðveldisflokkurin hevur funnið fram gamla slag-aran um loysingina, sum nú skal vera í næsta valskeiði.

So samanlagt er alt við tað gamla, tó við ásannanini, at tjóðskaparliga verða tað tær hóvligu politisku áskoðarnirnar, sum fara at greiða framtíðarstøðu Føroya.