Í løtuni er kvinnulandsliðið í hondbólti í dysti ímóti Litava. Hetta er í Sveis, har Føroyar, Litava, Sveis og Finnland eru í bólkaspæli í undankapping til HM.
Í gjár løgdu Føroyar rygg til tap ímóti Finnlandi, sum vann 22-19.
Eftir fyrra hálvleik vóru Føroyar frammanfyri 12-10.
Í dag spæla Føroyar ímóti Litava, og støðan eftir fyrra hálvleik er 15-11 til Føroyar.
Fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki eydnaðist tað føroysku kvinnunum at skora fleiri mál og økja um leiðsluna úr 11-10 og til 15-11.
So fæst at síggja, um tað fer at eydnast betri í seinna hálvleiki í dag, enn tað gjørdi ígjár. Tá heildu Føroyar tørn í trý korter.