Altjóða samstarv
Tá sagt verður, at Gunvør Balle er fyrsti føroyski sendiharrin í Íslandi, er hetta ikki heilt rætt. Undir seinna heimsbardaga virkaði Hans Dalsgaard sum føroyskur sendiharri í Reykjavík, men av einhvørji orsøk varð henda sendistova stongd við krígslok, og tað skuldu sostatt ganga 62 ár, áðrenn vit fingu nýggja sendistova í okkara nærmasta grannalandi.
Leygardagin var móttøka fyri innbodnum í býrráðssalinum í Reykjavík í sambandi við, at sendistova nú aftur er latin upp í íslendska høvuðsstaðnum.
Samstarvið við íslendingar hevur altíð verið stórt á fiskivinnuøkinum, men seinnu árini er tað nógv vaksið á øðrum økjum. Serliga á handilsliga og fíggjarliga økinum. Formliga er politiska samstarvið skipað við Hoyvíkssáttmálanum.
Á móttøkuni leygardagin hildu Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og íslendski uttanríkisráðharrin, Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, røðu, meðan systrarnar Jensina og Anna Maria Olsen stóðu fyri tí tónleikarliga innslagnum.
Aftan á móttøkuna í býrráðssalinum varð merkið vundið í húnar hátt á sendistovuni, sum húsast í Austurstræti 12, og sendistovan lat upp fyri almenninginum.
Um kvøldið varð hildið fram í glassalinum uttanfyri Norrøna Húsið, har Budam, Jensina Olsen og Jógvan Hansen & Izafold undirhildu.
Sendistovan í Íslandi er tann fjórða í røðini av føroyskum sendistovum. Frammaundan hevur Føroyar sendistovur í Keypmannahavn, London og Brüssel.