##med2##
Føroyska U21 landsliðið fekk eina hálvkiksaða byrjan uppá EM-undankappingina við einum 1-3 tapi móti Kasakstan á Svangaskarði á Toftum.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo: - Longu í øðrum minutti lá bólturin í føroyska netinum eftir innlegg úr høgru og ikki sannførandi verjuspæl.
Fram ímóti steðginum mentist føroyska spælið, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagdar møguleikar.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á, inntil kloddamál bar við sær, at gestirnir løgdu seg framum 2-0.
So spentu føroyingaranir álopsbogan, og lítla løtu undan leikloki eydnaðist tað innskifta Stefan Radosavljevic við fínum máli at minka um munin og harvið at fáa spenning í aftur.
Fram ímóti dystarenda spentu føroyigarnir álopsbogan í botn, og hann brast, tí Kasakstan økti um leiðsluna til 3-1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá málinum Stefan Radosavljevic skoraði fyri Føroyar tá 80 minuttir vóru farnir.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, André Olsen seta orð á avrikið hjá U21 landsliðnum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður Hoydal gjørdi við liðskiparan, Bjarna Petersen.