Føroyar kunnu fáa Oyggjaleikir í 2019

Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur í dag gjørt greitt, at Føroyar liggja best fyri at fáa vertsskapin fyri Oyggjaleikirnar í 2019.

 

Í dag hevur aðalfundur verið í Oyggjaleikafelagsskapinum, og har gjørdi Jørgen Petterson, formaður í Oyggjaleikanevndini, greitt, at Føroyar liggja best fyri at fáa leikirnar í 2019.

 

Føroyar og Minorka liggja fram við at fáa Oyggjaleikirnar í 2019 og 2021, og á aðalfundinum í dag segði Jørgen Petterson, at Føroyar liggja betri fyri enn Minorka at fáa leikirnar í 2019.

 

Tosað hevur annars verið um, at Føroyar skuldu bjóða seg fram til Oyggjaleikirnar í 2021, men nú er eins sannlíkt, at Føroyar kunnu fáa vertsskapin í 2019.

 

Ítróttarsambandið og politisk umboð fegnast um fráboðanina frá Oyggjaleikanevndini.