Føroyar liggja á odda á Oyggjaleikum

Ongantíð áður hava føroyingar vunnið so nógv heiðursmerki á Oyggjaleikum sum hesaferð.

 

Føroyar hava vunnið 71 heiðursmerki í Álandi, og tað er størsta tal nakrantíð.

 

Talið av gullmerkjum er 30, og tað er eisini nýtt met. Fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar 24 gull á Rhodos, men hóast tveir kappingardagar framvegis eru eftir, hava Føroyar sett nýtt met - væl og virðiliga.

 

Føroyar liggja væl fremst á listanum yvir vunnin heiðursmerki á Oyggjaleikum. Næst í røðini er Isle of Man, sum hevur 21 gullmerki, og kemur Jersey við 20.

 

Føroyar hava framvegis møguleika at vinna fleiri gullmerki á Oyggjaleikunum. Til dømis eru eru Føroyar komnar í finalur í badminton, og flogbóltskvinnurnar stríðast eisini um at vinna gull.