Føroyar liggja væl fyri í koppsetingargongdini

Hagtølini vísa, at í løtuni liggja Føroyar á odda í Norðurlondum, sum yvirhøvur er væl við í koppsetingini samanborið við onnur lond í Evropa.

Danmark eru næst, síðani Ísland, Noreg, Finland, Svøríki og Grønland.

Tað skrivar Landssjúkrahúsið.

– Gongdin her heima hevur víst, at koppsetingartoymini í Sjúkrahúsverkinum væl kundu koppsett fleiri fólk, um meira koppingarevni var til taks. Tepru nøgdirnar av koppingarevni hava havt við sær, at steðgir hava verið í koppsetingini millum hvørja sending av koppingarevni, skrivar Landssjúkrahúsið.

##med2##