Annar av føroysku fólkatingslimunum, Høgni Hoydal, vil hava at vita, hvørjar avleiðingar ein nýggj stjórnarskipan í ES fær fyri Føroyar
Stjórnarleiðararnir í ES-londunum samdust á toppfundi í síðstu viku um at broyta ætlaðu ES-grundlógina og at fremja broytingar í stjórnarskipanini hjá ES. Báðar skulu helst setast í gildi uttan at hava fólkaatkvøður í ES-londunum.
Í uppskotinum, sum ætlanin er at fremja nú, eru millum annað broytingar í atkvøðubýtinum og møguleikunum at seta í verk meirilutaavgerðir, umframt at felags uttanríkispolitikkurin hjá ES verður styrktur.
Hetta hevur fingið Høgna Hoydal, fólkatingslim, ið sum kunnugt eisini er formaður í Tjóðveldisflokkinum, at seta Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, spurningin um, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Føroyar.
Spurningurin er soljóðandi:
»Hvordan vil den danske statsminister redegøre for og garantere, at kommende ændringer i EU?s traktatgrundlag, med bl.a. nye stemmeprincipper og flertalsafgørelser, ikke vil omfatte sager, som Danmark administrerer på vegne af Færøerne og Grønland?«
Høgni Hoydal vísir á, at danski forsætisráðharrin hevur sagt seg taka undir við broytingunum í nýggju ES-traktanini.
- Danmark umsitur í dag øll uttanríkisviðurskifti hjá Føroyum og Grønlandi, sum liggja uttanfyri ES. Tí má forsætisráðharrin veita trygd fyri, at broytingin í ES-traktatini ikki fevnir um tey mál, sum Danmark formliga umsitur vegna Føroya og Grønland, skrivar Høgni Hoydal í grundgevingini fyri at seta fyrispurningin til Anders Fogh Rasmussen.